Tað ber til at tøma eitt sjúkrahús

Sjúkrahússtjórin í Klaksvík tekur ikki undir við nýggja leiðslubygnaðinum

- Eg trúgvi ikki, at Sirið Stenberg ætlar at niðurleggja sjúkrahúsini. Sjúkrahúsini kunna heldur ikki niðurleggjast, tí tað er lógarfest, at tað skulu vera trý sjúkrahús. Men tú kanst tøma eitt sjúkrahús og tað byrjar, tá hatta starvið er sett. Tá er ábyrgdin ikki longur á staðnum.


Tað sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, eftir at Heilsu- og Innlendismálaráðið í gjár søkti eftir nýggjum stjóra til Landssjúkrahúsið, ið samstundis skal vera forstjóri fyri øll trý sjúkrahúsini.


Stjórin í Klaksvíkar sjúkrahúsi sá lýsingina áðrenn hon bleiv almenn, og viðgongur at hann bleiv bilsin, tá hann læs hana, tí í starvslýsingini hevði forstjórin fingið víðari heimildir.


- Øll trý sjúkrahúsini og Heilsumálaráðið peikaðu á Johnny í Grótinum, áðrenn hann fekk boðið nýtt starv, at hava evstu ábyrgd til, saman við hinum leiðslunum, at syrgja fyri at menningarætlanin bleiv gjøgnumførd.
At teir trupulleikarnir, ið eru á sjúkrahúsunum og vórðu staðfestir í menningarætlanini, skuldu loysast. Tað ábyrgdina fekk hann upp á tvørs av sjúkrahúsleiðslunum, men evsta ábyrgdin yvir hvussu sjúkrahúsini skuldu virka, skuldi framhaldandi vera hjá leiðslunum á hvørjum stað, sigur Heri Ellingsgaard og leggur afturat.


- Men nú er tað vorðið soleiðis, at nýggi stjórin ikki bara hevur tað, men hevur eisini evstu ábyrgd av øllum trimum sjúkrahúsum, sum í prinsippinum merkir tað, at stjórarnir í Klaksvík og Suðuroy ikki hava evstu ábyrgd av sínum arbeiðsplássum.


Heri Ellingsgaard er ikki einsamallur í kritikkinum av starvslýsingini. Í morgun fanst Jógvan Skorheim at lýsingini á Facebook, og við in.fo sigur borgarstjórin, at lýsingin er enn eitt dømi um avtalubrot frá samgonguni.


- Mynstrið gongur aftur; man sigur, lovar og avtalar eitt, og so ger man nakað annað. Feskasta dømið er, at starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum eisini er eitt starv sum forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, hóast hetta ikki er partur av avtaluni um eina felags leiðslu fyri heilsuverkið, sigur Jógvan Skorheim.