Oljufundur í London
Jan Müller
[email protected]
Umleið 100 umboð fyri fíggingarstovnar og íløgufeløg, fyri oljufeløg og fyri pressuna høvdu leitað sær á føroysku sendistovuna í London, tá tað herfyri varð skipað varð fyri kunningarsamkomu um Føroyar sum framtíðar íløguland. Millum fyrilestrarhaldararnar var eisini stjórin í Faroe Petroleum, Graham Steward, sum greiddi frá, hvussu tað hevur eydnast einum føroyskum oljufelag at fáa so nógvar íleggjarar at seta pengar í oljuleiting við Føroyar. Hann vísti m.a. á, at nú varð so nógv borað í Norðsjónum, at tað eftir øllum at døma er ikki møguligt at gera nógv stór oljufund aftrat, og tí er rætt at venda eyguni móti Atlantsmótinum, har lítið er borað men har møguleikar eru fyri at finna stórar kolvetnisgoymslur í undirgrundini. Tað ræður bara um at bora og finna kolvetni.
Graham Steward segði, at eitt føroyskt felag sum kann og vil nakað, kann fara út í heim eftir pengum at fíggja sítt virksemi . Føroya Kolvetni valdi at fara til London, og tað kundu nógv onnur feløg í Føroyum eisini gjørt.
-Møguliga eru vit ein fyrimynd fyri onnur feløg, ja ein pionerur. Nógvir føroyingar hava á Londonvitjanini sæð, hvussu tingini ganga fyri seg, eitt nú á børsinum. Tað er ikki so torskilt og ræðandi, sum onkur kanska heldur.
Tað ber til. Man skal bara trúgva uppá seg sjálvan. Gera neyðugu fyrireikingarnar og fáa góð sambond og brúka tey. Byggja hetta upp bæði forætningsliga og sosialt. Tá er tað so nógv lættari at taka stigið til eitt nú virðisbrævamarknaðin sigur oljustjórin og heldur fram:
-Vit vita, hvat vit gera, bæði tekniskt og kommersielt. Vit arbeiða saman við teimum stóru fyritøkunum, Shell og Statoil, so tær trúgva væl eisini, at vit hava nakað serligt at bjóða. At vit hava fingið so góð loyvi er sjálvandi avgerandi. So tað eru ikki bara starvsfólkini og leiðslan, sum er tað avgerandi. Men at man hevur nakað at arbeiða við. Vit hava so fingið fatur á loyvum, figging og partnarum, og tað virkar væl. Vit koyra sum eitt ærligt felag, Man hevur álit á okkum. Tað er vigtugt. Partaeigararnir síggja, at vit arbeiða professionelt. Gongur illa so siga vit tað, eins og tá tað gongur væl Vit siga alla tíðina okkara partaeigarum, hvussu støðan er. Eingin skal kunna siga, at vit hava goymt nakað. Alt hjá okkum er gjøgnumsiktugt. Ein íleggjari vil hava at vita, hvat hendir í mótgangi og viðgangi. Og tað fær hann frá okkum sigur Graham Steward og leggur aftrat, at tað eru ikki øll, sum eru so opin sum eitt nú Faroe Petroleum.
Risikospjaðing
Vit spurdu hann, um Føroyar eitt gott pappír at gera íløgur í.
-Í sær sjálvum eru Føroyar eitt highrisk øki. Tvs. at váðin er stórur. Váðin í Bretlandi er minni. Kanst tú sum felag blanda hesi bæði økini saman, so kann tað geva nógv. Hetta er okkara strategi. Íleggjarnir kenna seg væl, tá vit gera hesa risikospjaðing. Teir vita, at alt verður ikki lagt í eina kurv.
Faroe Petroleum hevur longu víst, at tað torir nakað, sum onnur oljufelag treyðugt gera. Nevniliga t satsa. Hetta er okkara styrki og kennimerki.
-Nógv av teimum, sum eru her í kvøld, eru analytikarar og onnur fólk frá fíggingarverðini, og hetta eru m.a. fólk, sum hava arbeitt fyri okkum, tí tey trúgva uppá okkum.
-Hvat heldur tú um tiltakið í London?
-Hetta er eitt sera gott tiltak. Og hetta má vera byrjanin til regluligt samband millum føroyskar fyritøkur, bankar, politikarar og so samsvarandi bretar.
Ætlanin var at stjórin á bretsku oljufyrisitingini skuldi vera við til tiltakið í London, men hann fekk forfall. Graham Steward heldur, at tað hevði hjalpt, um vit fingu eitt betri samband bygt upp millum føroysku og bretsku oljufyrisitingarnar. Tí metir hann tað vera av stórum týdningi at bygt verður upp eitt samstarv millum føroysku og bretsku oljufyrisitingarnar.
-Fyri at fáa samstarv millum føroyskar og bretskar fyritøkur, so er man noyddur at smyrja. Tvs. at møtast og tí er hetta tiltakið rætti vegurin at ganga. Men hetta er so bara byrjanin. Vit vilja sum oljufelag fegnir vera við til at byggja brýr. Tað er avmarkað, hvat vit kunnu gera. Men vit vilja fegnir vera við til at gera nakað líknandi. Fyrr í ár fingu Føroya Kolvetni fólk úr London til Føroya at greiða frá børsinum og virkseminum har. Ætlanin er í næstum at koma við umboðum fyri partar av London Stock Exchange í næstum, tann parturin, sum ber heitið AIM.
London heldur enn Keypmannahavn
-Hví gera tit hetta?
-Vit síggja fegnir, at tingini millum Føroyar og Bretland koyra betri. Vit halda, at føroyingar í dag missa nakað við ikki at hava meiri samband við Bretland. Hetta er ein sera stórur marknaður. Føroyar kunnu so nógv. Og mugu tí ikki bara fara til Danmarkar, har tað eru 5 mill. fólk. Her í Bretlandi eru fleiri enn 60 mill. Og her er nógvur kapitalur. Bretar vilja fegnir arbeiða saman við føroyingum. Tí er rætta staðið at fara til London heldur enn bara Keypmannahavn.
Stjórin í Faroe Petroleum sigur víðari, at í London ber eisini til at fáa góðar ráðgevar. Tað er eisini umráðandi at velja tey røttu fólkini at geva tær ráð. Teir hava gott samband við brókarafelag í býnum, og nógvir bankamenn og brókarar vóru við til Føroyakvøldið í London, fólk, sum hava áhuga fyri at hjálpa føroyingum. Fólk, sum síggja møguleikar í Føroyum. Og fólk sum fíggjarmálaráðharrin og hansara fólk kunnu seta seg í samband við.
Hvussu sær Graham Steward Føroyaøkið komandi árini!
Her er ein sera spennandi framtíð og ikki minst eftir fundið hjá Chevron beint við markið. Hetta er eitt av teimum størstu feløgunum í heiminum. ´Teir leggja nógv í hetta fundið. Eisini stór feløg sum Shell og Statoil eru við. Fleiri av feløgunum hava sett sera nógv fólk at arbeiða við økinum. So tað sær bjart út.
Graham sigur, at Føroya Kolvetni er eisini virkið í økinum, og er farið at skjóta seimsikk í loyvi 9 og um ein mánað verður skotið á Wyville Thomsen rygginum.
Teir hava so eisini skotið seismikk yvir Freyuøkið, sum liggur beint norðan fyri risa oljufeltið Clair. Vit hava stórar vónir til Freyu, sum eisini liggur nær við Laggan gassfeltið, sum nú verður bygt út. Clair er annars sera tydningarmikiðfyri føroyska felagið, tí tað liggur bert 10 kilometrar frá Freyustrukturin og verður í løtuni tosað um at samstarva um at bora og menna Freyu.
Hvat viðvíkur loyvunum hjá Faroe Petroleum á føroyska landgrunninum, so skulu tey taka støðu til, um borast skal innan trý ár. Tað er tí neyðugt longu nú at vera úti um seg at fáa boripallar. Annars er áhugi hjá øðrum feløgum at vera við í loyvum hjá Faroe Petroleum. Nøkur stór og smá feløg eru hugað fyri at farma inn. Men teir eru so ikki enn farnir undir veruliga marknaðarføring av loyvunum og siga tí við áhuga feløgum, at tey kunnu koma aftur í september.
og øðrum við.