Tað besta KÍ-liðið Páll hevur spælt við

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Kenslan er ótrúliga góð hjá KÍ-framherjanum, Pálli Klettskarð aftaná 4-0 sigurin á NSÍ

KÍ anno 2016 er tað sterkast KÍ-liðið framherjin, Páll Klettskarð hevur spælt við, ið hvussu er við tí forminum KÍ er í nú. KÍ-framerjin er ivaleysur, tá Hilmar Jan Hansen spyr hann um hetta.

 

Páll Klettskarð staðfestir, at kenslan er ótrúliga góð aftaná 4-0 sigurin á NSÍ. Eisini er tað gott hjá KÍ-leikarunum at sleppa av við gomlu stevnuridluna, sum segði, at KÍ altíð stóð seg illa, tá eitt stórt tiltak var norðuri í Klaksvík.

 

Ein aðalmunur millum KÍ og NSÍ var sambært Pálli Klettskarð, at KÍ-spælararnir vóru nógv aggresivari enn NSÍ.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Páll Klettskarð aftaná dystin ímóti NSÍ.