Hóast veðrið ikki er av tí allarbesta, og tað er rættiliga kalt í vindinum, so eru nøkur ung, ið sita uttan fyri á tjaldingarøkinum og hugna sær.
Hvussu hevur verið at tjaldast her í ár?
- Heil ólukksáliga gott. Kann staðiliga viðmælast, sigur ein av dreingjunum.
Hvussu við veðrinum, hevur tað ikki verið kalt?
Veðrið kundi ikki verið betri. Faktiskt vil eg siga, at tjaldið var rættiliga heitt í nátt, sigur hann við einum skálkabrosi.
- Vit eru so fitt, at teir komu og fluttu okkara tjald yvir her. Vit lógu har uppi, men teir saknaðu okkum so nógv, at teir komu og fluttu okkum oman í gjár sigur ein av gentunum. Genturnar og dreingirnir vóru grannar á tjaldingarøkinum í fjør, og tað var eftir øllum at døma ein brakandi success, tí teir vildu hava grannarnar aftur.
Hvat er tað besta við Summarfestivalinum?
- Tað eru grannarnir, sigur ein.
- Tað er eisini ólukksáliga gott, at tá tú fert á tjaldingarøkið, so møtir tú ikki nýggjum fólkum yvirhøvur, men endar bara saman við teimum somu sum árið fyri.
Tað er eitt sindur av iva um hvørt tjaldlegan hevur eitt navn, og um hvat navnið er. X við Sunrid sigur onkur, meðan onkur annar vil vera við, at tjaldlegan eitur X við Tordis.