Tað var undan dystarbyrjan í góðveðrinum á Svangaskarði púra opið, um tað skuldi verða ÍF ella B68, sum skuldi spæla finaluna ímóti GÍ.
ÍF endaði omaná. Teir vunnu 1-0 og harvið samantalt 3-1. Toftamenn høvdu bóltin kanska 80 prosent av tíðini, men teir megnaðu ikki tað, sum er alneyðugt í fótbólti, nevniliga at spæla seg til málmøguleikar og at gera mál.
Tað gjørdi ÍF. Eftir at B68 fyrstu løtuna einar tríggjar ferðir hevði verið nær við, eftir at sera væl upplagdi Øssur Hansen var brotin ígjøgnum í vinstru og hevði lagt innfyri, skoraði ÍF í fyrsta álopinum, sum teir høvdu. Eftir fínt álop, sum varð sett í gongd aftarlaga í høgru og spælt diagonalt og tvørtur um aftur, legði Atli Petersen innfyri úr høgru, og Bartal Eliasen, sum fyrstu løtuna var í álopinum saman við Sylla, tveitti seg fram um verjuna við nærra stólpan og stútaði hegnisliga í netið.
So tóktist mótbrekkan serliga tung hjá toftamonnum, sum við dystarbyrjan høvdu verið aftanfyri við einum máli. Men tað slætnaði hjá teimum í 22. minutti. Eftir framlegging eftir miðásinum rætti miðverjin Poul Ennigarð hondina upp og steðgaði bóltinum, sum annars hevði kós ímóti Jóhan Peturi Poulsen, sum var á veg at gerast púra leysur. Dómarin fór í reyvalumman, og so vóru fuglfirðingar undirmannaðir.
Frísparksstøðan bar horna til B68 við sær. Tað fingu teir einki burturúr. ÍF fór í skjótálop, og teir fingu so stóran møguleika at økja um leiðsluna, sum tað ber til. Sylla og Atli Petersen vóru einsamallir við einum verjuspælara. Sylla tøvdi eitt sindur í høgru, áðrenn hann legði framvið verjuspælaranum og inn til Atla Petersen, sum ikki fekk stundir at smekka til, áðrenn hann varð taklaður.
Gamla søgan
Næstu fimm korterini myndaðust, sum spælið so ofta hevur gjørt, tá ið annað liðið hevur mist ein mann. Bartal varð fluttur aftur í ÍF miðverjuna, og Sylla lá einsamallur har frammi og dyrgdi eftir kontramøguleika.
B68 royndi og royndi, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál. Teir høvdu fleiri hornaspørk, og eftir innlegg var tað fleiri ferðir nær við og næstan. Men Tórður Thomsen, sum tykist vaksa við uppgávuni í ÍF málinum, helt tætt, og tað var heilt sjáldan um tað var nakrantíð at hann varð settur á stórvegis royndir. Hann hevði sjálvsálit, hann var tryggur í brotsteiginum, og hann sparkaði langt, og toftamenn megnaðu ikki at gera honum lívið serliga trupult.
Fyri at skapa málmøguleikar, tá ið annað liðið er undirmannað og noytt at pakka seg saman, er neyðugt at toga spælið í borðini og harfrá at leggja innfyri, og at samanspæla skjótt og tætt í brotsteiginum. B68 royndi báðar uppskriftirnar, men teir megnaðu ikki at fáa tað burturúr, sum skuldi til.
ÍF helt tætt. Á sentrala miðvøllinum stríddist og vann Høgni Zachariassen nógvar nærdystir. Tað var smeitur, tá ið arbeiðshesturin Eyðolvur Petersen orsaka av skaða noyddist at gevast, men avloysarin Hanus Eliasen, sum serliga hevur dygdir frameftir, megnaði væl sín leiklut, sum nú var at hjálpa til í verjuspælinum.
Símun Eliasen og Bartal Eliasen vóru bestir í luftkrígnum og høvdu royndirnar, sum skuldu til, tá ið teirra lið var undir trýsti. Rúni Elttør og Áki Petersen røktu sínar ódnir í borðunum, og Atli Petersen og Eyðun Ryggshamar tuskaðu nógv í borðunum. Emil Nolsøe Leifsson vísti síni góðu evni, tá ið hann varð settur inn, og hóast hann leingi hevur verið illa skaddur, so vísti Bárður á Lakjuni lítlu løtuna, hann var á vøllinum, at fótbóltsevnunum bilar einki.
B68-ÍF 0-1 (0-1)
0-1: Bartal Eliasen 13.
Dómari: Georg N. Rasmussen
B68: Albert Sævarsson - Alex Troleis, Ovi Magnussen, Bogi Petersen, Øssur Hansen - Kristian Anthon Andreassen (Øssur Jacobsen, 65.), Eyðstein Skipanes, Jann Ingi Petersen, Fabricio Borges (Jóhan Dávur Højgaard, 83.) - John Petersen, Jóhan Petur Poulsen
Gult kort: Jóhan Petur Poulsen, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Øssur Jacobsen
ÍF: Tórður Thomsen - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Símun Eliasen, Rúni Elttør - Atli Petersen, Eyðolvur Petersen (Hanus Eliasen, 62.), Høgni Zachariassen, Eyðun Rygshamar (Emil Nolsøe Leifsson, 57.) - Bartal Eliasen, Amed Sylla (Bárður á Lakjuni, 88.)
Gult kort: Bartal Eliasen, Atli Petersen
Reytt kort: Poul Ennigarð 22.
ÍF samantaldur vinnari og í finaluna við málmuninum 3-1.