- Hendir onki heilt skjótt, stendur okkara høvuðsstaður á gravarbakkanum.
Tað heldur havnarnaðurin og gamli handilsmaðurin yvir øllum, Hans Mortensen.
Tí hevur hann tikið stig til eina stórfingna ætlan fyri, hvussu miðbýurin í Havn skal síggja út í framtíðini.
Í hesum sambandi hevur hann fingið tríggjar arkitektar at gera eitt uppskot um, hvussu miðbýurin í Havn kann gerast meiri lokkandi og livandi.
Visjónin hjá teimum fyri teirri nýggju Havnini varð løgd alment fram í mikukvøldið fyri einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsi.
- Ónda ringrásin er farin ígongd. Okkara uppgáva er ikki bara at henni, men at venda henni, sigur hann
- Og tað mugu vit gera, áðrenn tað er ov seint.
Og hann heldur, at tað verður ikki so leingi, so er tað longu ov seint og tískil er tað neyðugt at fara til verka nú.
Ovboðið
Fleiri av uppskotunum hjá arkitektunum kunnu setast í verk beinanvegin, men onnur liggja longri frammi í tíðini.
Men tað, sum beinleiðis trýstið á knappin og fekk Hans Mortensen at fara undir hesa verkætlanina, var, tá ið hann var boðin at halda røðu á árliga arkitektadagurin, sum skuldi haldast í Nýggju Perluni í Vágsbotni.
- Eg skilti als ikki, at ein arkitektadagur skuldi haldast í sokallaðu nýggju Perluni
- Eg helt, at tað var næstan skomm at biðja landsins arkitektar halda sín árliga dag har.
Men Hans Mortensen helt sína røðu. Og aftan á varð hann boðin at síggja eitt uppskot um, hvussu ætlanin er at skipa ølt plássið niðri á Skálatrøð.
- Tá var ovboðið, staðfesti hann.
- Vágsbotnur og Skálatrøð eru pláss við ótrúligum, arkitektoniskum møguleikum, men í ramasta álvara ætlar Tórshavnar Býráð at fylla stóran part av vágni við gróti og at rundanum er ætlanin at byggja stórar bygningar og aftanfyri er ætlanin at gera stórt parkeringshús við teirri avleiðing, at ferðsluruðuleiki verður dagligur kostur í grannalagnum.
- Verður hendan ætlanin framd er dreymurin um friðsælasta staði í landinum, knasaður sundur, heldur Hans Mortensen
Tí fór hann longu dagin eftir arkitektadagin heim til Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitekt í Havn, og ørindini vóru at fáa hann við til at gera uppskot um ein framtíðar miðbý í Havn.
Afturat sær fingu teir so Osbjørn Jacobsen, sum hevði gjørdi nýggja varðmerkið í Íslandi, sum er stóra konserthúsið, Harpan í Reykjavík og Mette Skjold, sum hevur fingist nógv við býarætlanir.
Ikki liðugt
Ætlanin er ikki, at hetta skal vera eitt liðugt uppskot, men skulu vera eitt ískoyti til kjakið um framtíðar havnina og sum kveiking til royndina at skapa ein livandi, samanhangandi bý.
Les eisini: Hesum taki eg væl ímóti
Les eisini: Átta pláss styrkja og menna Havnina