Tað bleiv Papademos

Floksformenninir í Grikkalandi samdust í dag um, at Lucas Papademos skal leiða savningarstjórnina, sum skal stýra landinum, til val verður í februar.

Papademos hevur fleiri ferðir verið nevndur sum tann best skikkaði til at leiða savningarstjórnina, men kortini tók tað flokkunum tríggjar dagar at semjast um hann.

Lucas Papademos er 64 ára gamal og ættaður úr høvuðsstaðnum Athen. Hann hevur amerikanska búskaparútbúgving og er fleiri ferðir heiðraður sum búskaparfrøðingur. Í 1985 byrjaði hann í grikska tjóðbankanum, og frá 1994 til 2002 var hann stjóri har. Tað árið bleiv hann tilnevndur varastjóri í Evropeiska Miðbankanum, og hann røkti tað starvið, til hann í fjør varð settur sum ráðgevi hjá stjórnini í Athen.