Í gjár fór næstbesta fótbóltsdeildin í summarfrí. 18. umfar verður 3. august.
Leingi hevur spurningurin verið, hvat lið fer at flyta upp saman við B68, ella um toftamenn verða teir einastu, sum fara at flyta upp.
Nú kappingin fer í summarfrí, er tað væl meiri spennandi, enn tað leingi hevur verið. B68 hevur ikki vunnið so nógv seinastu tíðina, sum toftamenn gjørdu fyrstu umførini. Í gjár var úrslitið 2-2, tá ið B68 vitjaði EB/Streym, sum er partur av botnstríðnum, og tá bæði Skála og FC Suðuroy vunnu, so er tað væl tættari.
Skála er trý stig aftanfyri B68, og FC Suðuroy er fýra stig frá B68. Tað verður framvegis bíðað eftir úrskurðinum hjá FSF um kæruna, sum FC Suðuroy sendi eftir tapið í Klaksvík. Breið semja er um, at KÍ nýtti ólógligan spælara, og at stigini tískil eiga at flyta úr Klaksvík og til Vágs. Men inntil avgerðin er alment fráboðað, verður í støðutalvuni roknað við, at KÍ og ikki FC Suðuroy hevur vunnið stigini. Tá ið stigini koma á kontu hjá FC Suðuroy, verður fjarstøðan fram til B68 bara eitt stig!
Eingin skalar suverena toppliðnum. HB vann í gjár 3-0 ímóti B71. Miðvallarálitið hjá HB, Kári Nielsen, er fluttur út á Argir, men tað tykist ikki bila. HB hevur fulla ferð fram ímóti gullinum.
FC Suðuroy vann á heimavølli 4-3 á B36, sum hevði mannað seg orduliga væl. Eitt nú var Gilli Sørensen á B36 liðnum. Hann skoraði tvær ferðir, men eftir málríkan 1. hálvleik, sum endaði 3-3, skoraði FC Suðuroy sigursmálið beinanvegin eftir hvíldina.
Skálamenn vunnu oyggjauppgerðina ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Hetta var annað vikuskiftið á rað, at Skála vann 3-0 á heimavølli. Jóansøkudysturin millum TB og KÍ endaði 1-1. B71, TB og EB/Streymur kappast um at sleppa undan teimum báðum niðurflytingarplássunum.
17. umfar
Skála-Víkingur 3-0 (2-0)
1-0: Ólavur Mikkelsen 22.
2-0: Jákup Jacobsen 24.
3-0: Karstin Justesen 83.
EB/Streymur-B68 2-2 (1-1)
1-0: Hanus Olsen 9.
1-1: Oddur Á. Højgaard 45.
1-2: Jónleif Højgaard 52.
2-2: Jens M. Jensen 75.
HB-B71 3-0 (2-0)
1-0: Dávid R. Nolsøe 26.
2-0: Bartal Wardum 39.
3-0: Páll Mohr Joensen 73.
TB-KÍ 1-1 (1-0)
1-0:
1-1: Eli Simonsen
FC Suðuroy-B36 4-3 (3-3)
1-0: Teitur Mortensen 5.
1-1: Gilli Sørensen 9.
2-1: Jón Krosslá Poulsen 14.
3-1: Palli Augustinussen 20.
3-2: Tóki á Lofti 23.
3-3: Gilli Sørensen 31.
4-3: Suni úr Hørg 48.
faroesoccer.com
Støðan eftir 17 umfør
HB 39
B68 30
B36 27
Skála 27
KÍ 27
FC Suðuroy 26
Víkingur 22
EB/Streymur 14
TB 14
B71 14
18. umfar
Leygardagin 3. august
B71-B68
Víkingur-FC Suðuroy
KÍ-HB
EB/Streymur-Skála
B36-TB