Tað brennur undir ÍF og KÍ

EB/Streymur tapti 2-0 í Gundadali ímóti HB. Men kortini er EB/Streymur framvegis átta stig frammanfyri næsta kappingarneytan.

B36 tapti 1-0 á Toftum, men B36 er framvegis næstfremst. Tey bæði næstu í røðini eru nú HB og Víkingur, sum við sigrum fóru framum NSÍ. Meistararnir vóru partur av javnleiki í grannauppgerðini á Skála.

Bæði botnliðini vunnu stig í dag. B71 fekk fulla úrtøku við dramatiskum 2-1 heimasigri á ÍF, og Skála lyfti seg eitt stig á aftasta plássi.

Úrslitini hjá botnliðunum bera við sær, at bæði KÍ og ÍF eru undir trýsti. Klaksvíkingar taptu á heimavølli 2-1 ímóti Víkingi. Talan var um dramatiska uppgerð. Dómarin dømdi tvær ferðir fyri brotssparki til Víking. Í fyrra førinum bjargaði Jákup Mikkelsen, men í yvirtíðini setti Sam Jacobsen bóltin í KÍ málið.

 

Støðan eftir 18 umfør

EB/Streymur 38

B36 30

HB og Víkingur 29

NSÍ 28

B68 23

KÍ og ÍF 20

B71 18

Skála 15

 

19. umfar sunnudagin 24. august

ÍF-Víkingur

KÍ-HB

B71-EB/Streymur

B36-Skála

B68-NSÍ