Eitt tiltak, sum øll árini hevur verið á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, er kør niðri á bryggjuni við fiskum, krabbum, ymiskum skeljadjórum, krossfiskum og øðrum. Kørini við livandi úr havinum vekja ans og hava stóran áhuga - ikki minst millum børnini, men eisini millum tey vaksnu og enntá millum uppilagstar fiski-og útróðrarmenn.
Men, hvussu kom so hetta í lag?
Eyðstein Poulsen, sum er ein av fyrireikarunum av hesum stóra familjutiltaki í Klaksvík, sum sjómannadagurin er, sigur, at tað var bróðir hansara, Ólavur Poulsen, sum í 2005 kom við livandi fiski aftur av Søkanum, núverandi Karlamagnusi.
- Minnist eg rætt, hevði hann eina livandi longu og ein háv við sær aftur av útróðri. Vit skaffaðu okkum kør á smoltstøðini í Norðtoftum. Tað vísti seg, at fiskarnir livdu ógvuliga væl, og tá hetta vísti seg at bera til, komu fleiri við livandi fiski at lata í kørini, serliga toskafiski.
Hann sigur, at tiltakið við fiski, skeljum og øðrum livandi úr havinum hevur verið øll árini, og soleiðis verður eisini í ár.
- Onkrir av teimum, sum hava gingið høgt upp í at skaffa fiskar og annað, eitt nú beiggi mín, Hjaltur og sonur hansara, Pól Eyðfinn, eru ikki heima hesaferð. Men, vit hava eisini aðrar góðar stuðlar í so máta, eitt nú bátarnar, Gudrun og Líðhamar - og Elmar Simonsen í Hvannasundi, sum eitt nú er komin við hummara.
Eyðstein Poulsen sigur, at tað eru fleiri aðrir, sum eisini hava verið óførir at hjálpa til við at fylla kørini.
- Flestu fiska-og krabbasløg liva væl í kørunum, men tað hevur ongantíð riggað nakað serligt við hýsu. Hýsa hevur nevniliga ikki víst seg at liva serliga væl í fangilasi uppi á landi.
Eyðstein Poulsen sigur, at orsøkin til, at teir fóru í holt við at hava livandi úr havinum í kørum á landi, var, at børnini í dag liva eitt annað lív, enn tey gjørdu fyrr. Tað eru nógv børn í dag, sum ongantíð fáa høvi at nerta við ein livandi krabba - ella ein livandi fisk.
- Her kunnu tey nerta við bæði fiskar, krabbar og skeljar, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at børnini eru púrasta vill í hesum, leggur hann aftrat.