Tað einfalda lívið á Pippilottu

Fyri fólk, ið hava áhuga fyri gomlum seglskipum, er Pippilotta ein góður møguleiki fyri at økja kunnleikan at sigla

Pippilotta liggur við oljukeiina í Havn. Pippilotta er eitt grønt skúlaskip, sum hevur tríggjar mastrar.
Pippilotta er á veg til Vestmannaoyggjarnar í Íslandi, og hevur á vegnum steðgað í Skotlandi og í Hetlandi. Skiparin er gamal í gørðum, og greiðir frá:
- Eg havi verið skipari á mínum egnu skipum í 25 ár, og mær dámar sera væl hetta lívið. Eg blívi ikki millióningur av hesum, men eg livi frítt og klári meg nøkurlunda.
Fólkið umborð er ikki vanligir turistar. Tey liggja um eini 30 ár í miðal, og tey sleppa ikki undan at gera okkurt til nyttu á ferðini. Øll gjalda ein bíligan penga fyri at sleppa við, men afturfyri verða tey noydd at gera mat, vaska og alt annað, sum vanliga verður gjørt umborð á einum skipi. Sjálv manningin telur sjey, meðan gestirnir eru 27 í tali.

Ikki vanligir kundar
Pippilotta siglir vanliga við heilt ungum fólki. Skiparin Hertwig Schrõder sigur, at tríggjar fjóðringar av tíðini eru tað skúlanæmingar, sum leiga alt skipið til ein túr í Baltiska Havinum. Tey koma umborð fyri at læra eitt sindur um umhvørvið og náttúruna sum heild. Tey lata altíð væl at, sigur skiparin.
Aðrar tíðir eru tað brekaði, sum eru við, og tað dámar skiparanum best av øllum. Á hesum túrinum eru tað tó einstak fólk, sum hava vent sær til skiparan sjálvi, fyri at sleppa við til Íslands.
Fólkið sum kemur við, er áhugað í gomlum seglskipum, men hinvegin kann fólkið ikki vænta sær at gerðast serfrøðingar í sigling, sigur skiparin. Tað er alt ov stutt tíð til tað, sigur hann. Harumframt eru vanligu seglskipini, sum fólk eiga, av heilt øðrum slagi enn hetta. Rørslurnar í sjónum eru drúgvari og seglini eru heilt øðrvísi enn á vanligum seglbáti, sigur Hertwig Schrõder.

Venda aftur
Hetta er triðju ferð, hann er í Føroyum, sigur Hertwig Schrõder. Skipið leggur altíð framvið Føroyum á vegnum til Íslands, og gestirnir á seglskipinum eru altíð sera væl nøgdir við Føroyar. Fólkið er sera fryntligt, siga tey.
Skipið leggur at í Føroyum aftur um tvær vikur, tá tey eru á veg aftur suðureftir.

Góðar umstøður
Sovisalurin er sera høgur. Har plagdi at vera lastarúm, tá Pippilotta var fiskiskip fyri mongum árum síðani. Í dag stendur rúmið í sera góðum standi. Alt, ein sær, er bygt úr træi, eisini klaverið og trummurnar, sum standa í einum horni og bíða, til onkur gevur teimum lív. Gestirnir umborð eru allir týskir, og tey sita og lesa, tosa ella fáa sær ein bita at eta.
- Kvinnurnar sleppa at stýra skipinum, meðan menninir gera mat. Soleiðis virkar tað her á Pippilottu, sigur skiparin.

Einfalt lív
Á Pippilottu vilja vit liva eitt so einfalt lív sum gjørligt, sigur skiparin. Ikki sálarliga einfalt, men tøknin skal vera so løtt at hava við at gera sum møguligt. Hetta fyri at fólkið skal kenna seg so frítt sum gjørligt, sigur hann.
- Myndugleikarnir krevja, at vit hava ymisk ravmagnstól umborð, so tað mugu vit hava. Men vit halda okkum til so einføld amboð sum gjørligt.
Tað sæst millum annað á kumpassini, sum er góðkend í 1936, og enn virkar fínt. Manningin nýtir enn bert gomlu kumpassina at sigla við, og hon virkar fínt, sigur Hertwig Schrõder.

Lívsverk
Skiparin hevur offrað nógv fyri at eiga skipið. Hann var upprunaliga arvingi til ein bókhandil, og royndi seg eisini í handlinum nøkur ár sum heilt ungur. Úr bókunum fekk hann áhuga fyri havinum, og sum 20 ára gamal seldi hann bókhandilin og keypti sær fyrsta skipið í eini røð av trimum. Síðani tá hevur hann verið væl nøgdur, sigur hann, hóast pengarnir ikki eru nógvir. Hann stendur persónliga til svars fyri skipinum, bæði viðlíkahaldi og fígging. Har er eingin stuðul, hvørki frá landi, fyritøkum ella privatfólki. Skiparin tímir ikki í holt við tað, tí tað er ov møðsamt.
- Eg búgvi umborð á skipinum, eisini tá vit eru í Týsklandi. Og bilurin hjá mær er 15 ára gamal, so ikki eri eg ríkur, sigur Hertwig Schrõder.
Men hann sigur seg harafturímóti hava eitt ríkari lív. Hann fer har sum honum lystir, og ger tað honum lystir.
Í ár hevur hann verið skipari í 25 ár, og í stóra salinum niðriundir sæst eitt stórt merki, sum manningin hevur gjørt honum í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið. Har eru teknað tey trý skipini, hann hevur átt, og á týskum stendur "25 Jahre Hertwig Schrõder am See".

Vestmannasund bíðar
Tá fólkið umborð á Pippilottu fer avstað í kvøld, fara tey ígjøgnum Vestmannasund til Vestmannaoyggjarnar í Íslandi. Skiparin sigur seg vera noyddan at tosa við onkran serkønan í streymi, tí síðst hann sigldi har, var streymurin so harður, at hann nærum ikki slapp norðum. Nú man fara at ganga betri, sigur hann. Hann gleðir seg at koma aftur um tvær vikur.

Pippilotta:

Byggiár: 1933
Tilfar:Jarn
Longd: 43,50 metrar'
Breidd:7,10 metrar
Dýpi:3,00 metrar
Seglflata:586 m2
Motorur: 425 HK