Tað endaði javnt á Argjum

Dánjal Davidsen stútaði EB/Streym á sigurskós, tá seinni hálvleikur var eina lítla løtu gamal.

Kenneth Jacobsen javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki, og so komu ikki fleiri mál enn tað sama.

Annars var talan um ein linligan, sum tó gjørdist nakað betri eftir ein lítið spennandi fyrra hálvleik.

 

Úrslitið merkir, at einki er avgjørt undan seinna hálvfinalu dystinum, sum verður í Streymnesi hóskvøldið 28. mai, men ivaleyst eru tað júst teir í EB/Streymi, sum eru fegnast um úrslitið í kvøld.

 

Liðini, sum byrjaðu dystin í kvøld, sóu annars soleiðis út:

 

AB: Heðin Stenberg ? Alex Mellemgård, Høgni M. Joensen, Tehe Aristide, Kenneth Jacobsen ? Jobin Schrøter Drangastein, Evrard Ble, John Hansen, Rasmus Neilsen, Janus Joensen ? Nikolai Lindholm Eriksen

 

EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel, Dánjal Davidsen, Leif Niclasen ? Hans Pauli Samuelsen, Bárður Olsen, Brian Olsen, Levi Hanssen, Alex Santos ? Arnbjørn Hansen

 

Dómari har var Petur Reinert.