Tað endaði við rundkoyring

Málið um at fáa skipað ferðsluviðurskifti við krossin Hvítanesvegur-Eystari Ringvegur, endaði á býráðsfundi í gjárkvøldið við, at rundkoyring varð samtykt – av andstøðuni saman við Leivi Hansen

Spurningurin um, hvussu ferðslu trupulleikarnir við krossin Hvítanesvegur-Eystari Ringvegur skal loysast, hevur hevur fingið drúgva og langa viðgerð, var endaliga avgreiddur á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu í gjárkvøldið.

Upprunaliga ætlanin var, at ein rundkoyring skuldi loysa trupulleikan, men mitt í viðgerðini – og eftir, at arbeiðið varð boðið út og tilboð góðtikið – kom Tekniska nevnd eftir, at betri var at gera ljóskurvar á krossinum, eisini vísandi til minni kostnaðin, ið stóðst av.

Men ein meiriluti í Teknisku nevnd metti kortini, at rundkoyringin var betra loysnin, og mælti hesin meiriluti, ið var Sjúrður Olsen og Høgni Mikkelsen úr andstøðuni saman við Leivi Hansen úr samgonguni til, at hildið var fast við uppruna ætlanina um eina rundkoyring.

Málið var so fyri til endaliga viðgerð í gjárkvøldið, og eftir at uppskotið hjá samgonguni fall, varð uppskotið hjá meirilutanum í Teknisku nevnd samtykt við sjey atkvøðum fyri og fýra ímóti.

Fyri atkvøddu Leivur Hansen, Inga Dahl, Vagnur Johannesen, Beate L. Samuelsen, Sjúrður Olsen, Høgni Mikkelsen og Jan Christiansen.

Ímóti atkvøddu Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Hildur Eyðunsdóttir og Marin Kathrina Frýdal.

Elin Lindenskov og Halla Samuelsen atkvøddu ikki.

Sostatt kann Sp/f Andrias Berg nú far undir arbeiðið at gera rundkoyring á 30 diametrar á krossinum Hvítanesvegur-Eystari Ringvegur.