Tað er alneyðugt við bygnaðarbroytingum í fólkaskúlnaum, meðan vit bíða eftir kommunusamanleggingum

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum
---------

Endamálið er at menna fólkaskúlan fakliga og pedagogiskt - og at brúka pengarnar rætt. Vit kunnu fáa ein betri fólkaskúla fyri somu pengar.

Hvat eru skilagóðar bygnaðarbroytingar
Játtanin til fólkaskúlan í 2010 er 276 mió.kr. Meginparturin av játtanini fer til løn til lærarar, sum undirvísa næmingum eitt ávíst tímatal um vikuna.

Í skúlaárinum 2010/11 eru 55 fólkaskúlar kring landið. Næmingatalið er frá einum næmingi í tí minsta skúlanum til 503 næmingar í tí størsta skúlanum. Talið á næmingum í hvørjum flokki er eisini sera ymiskt frá skúla til skúla.

Um vit býta allar lønarútreiðslurnar til fólkaskúlan við næmingatalinum gevur tað ein miðal lønarkostnað, sum er kr. 39.000 pr. næming um árið. Ein skúli við einum næmingi kostar á leið hálva mió. kr. í lønarútreiðslum, ein skúli við tveimum næmingum kostar uml. kr. 240.000 fyri hvønn næming o.s.fr. Í nógvum førum eru bert fáir kilometrar til størri skúlar, har fleiri næmingar kundu gingið, uttan stórvegis meirútreiðslur til lønir.

Tað eru nógv dømi um, at vit á skúlum, sum liggja stutt frá hvørjum øðrum, hava flokkar við 5-10 næmingum. Ein flokkur við nøkrum fáum næmingum kostar nærum líka nógvar læraratímar, sum ein størri flokkur. Um vit taka eitt dømi úr einum øki við einum størri skúla og 3 smáum skúlum (sjá talvuna niðanfyri), so ber til at samskipa undirvísingina við at leggja flokkarnar saman.


Flokkur Skúli A
(næm.) Skúli B
(næm.) Skúli C
(næm.) Skúli D
(næm.) Samskipað flokkatal
1.flokkur 20 4 5 1 2
2.flokkur 22 4 1 2
3.flokkur 16 3 6 1
4.flokkur 18 1 3 1
5.flokkur 15 2 5 1
6.flokkur 22 2 11 1
7.flokkur 20 4 2 1
Samskipað flokkatal 9
Flokkatal í dag 7 2 3 1 13
“Ov nógvir" flokkar 4

Í skúla D er ein lærari til 3 næmingar, í skúla B eru 2 lærarar til 16 næmingar. Samanlagt á hesum báðum skúlum eru 3 lærara til 19 næmingar. Á skúla A, sum liggur tætt við, undirvísir 1 lærari sama næmingartali í einum flokki, sum teir 3 lærararnir á skúla B og D undirvísa í 3 flokkum.

Talvan vísir, at um vit samskipa undirvísingina, kunnu vit í hesum føri frígeva 4 flokkar. Hetta svarar til einar 108 læraratímar um vikuna, svarandi til 1,8 mió.kr. um árið, sum kundi verið brúktar betri. T.d. til at bøta um undirvísingina, til eftirútbúgving av lærarum, skúlabarnafluting o.a.

Í øllum økjum í landinum kundu skúlar samstarvað á sama hátt, sum víst á í talvuni omanfyri, eitt nú í Suðuroynni, á Sandoynni, í Vágunum, í Norðstreym, í Sundalagnum, í Eysturoynni og í Norðuroyggjum.

Nógva staðni liggja skúlar stutt frá hvørjum øðrum, og hóast eitt kommunumark onkustaðni er ímillum, er upplagt at samstarva um allar flokkar, sum um talan var um eina skúlaeind.

Um vit øll tóku lógvatak saman, Mentamálaráðið, kommunur, skúlaleiðslur, næmingar og foreldur og fluttu eitt sindur runt uppá flokkar, næmingar og lærarar, kundu vit fingið nógv meira burtur úr teimum somu pengunum.

Eftir at hava vitjað runt í landinum er tað mín fatan, at skúlaleiðslurnar og lærarnir eru til reiðar at fara undir tílikt samstarv. Nógva staðni verður samstarvað um framhaldsdeildina, serliga 10 flokk, og tað er at fegnast um.

Eisini í Eysturkommunu hava tey tikið eina skilagóða avgerð um at hava 1. – 3. floks undirvísing í Leirvík. Næmingarnir í 4. til 7. flokki ganga í skúla í Gøtu, og framhaldsdeildina savna tey í Fuglafirði. Á henda hátt verður bæði tann fakliga, tann pedagogiska og tann fíggjarliga orkan brúkt á ein skilagóðan hátt. Lærarar fáa høvi til at menna sínar serligu førleikar, og næmingarnir fáa eitt munandi meiri fjølbroytt undirvísingartilboð.

Líknandi skipanir kundu verið framdar nógva staðni í Føroyum.

Tvungin til óhepnar sparingar
Játtanin á fíggjarlógini til fólkaskúlan í 2010 er 276 mió.kr. Tað eru 5 milliónir fleiri enn í 2009, men skuldu vit havt sama virksemi í fólkaskúlanum í 2010 sum í 2009, so átti játtanin til fólkaskúlan at verið 285 mió.

Seinastu útrokningarnar vísa, at frá 1. august 2010 til 31. desember 2010 er neyðugt at spara læraratímar svarandi til eina upphædd upp á 7 milliónir. Fráboðan um hetta er júst farin til allar skúlar, og avbjóðingin verður stór á øllum skúlum uttan teimum heilt smáu. Enn halda vit øll lógarbundin krøv, og eitt nú tvílæraraskipanin er varðveitt. Henda gongd kann undir ongum umstøðum halda fram.


Meðan vit bíða eftir kommunusamanleggingum
Í fjør vitjaði eg allar fólkaskúlar í Suðuroynni, og í vár havi eg ferðast runt til nógvar fólkaskúlar norðanfjørðs, m.a. fyri at fáa ráð og vegleiðing frá skúlaleiðslunum um skilagóðar bygnaðarbroytingar. Eg havi eisini tosað við nógvar borgarstjórar, og bygdaráðslimir.

Hóast ringar tíðir, røkja nógvar kommunur sínar skúlar fyrimyndarliga væl, og nógvir skúlar eru hartil sera væl útgjørdir. Aðrar kommunur eru ikki fíggjarliga væl fyri, og uppgávan at halda og reka ein góðan skúla er ov stór, og tí er tíverri stórur ójavni millum kommunur.

Fleiri skúlaleiðarar og lærarar ivast í, um tað er rætt at leggja fólkaskúlan út til kommunurnar. Sjálv havi eg eisini ivast í tí. Hin vegin dugi eg eisini at síggja fyrimunir av, at tað verður ein og sami myndugleiki, nevniliga tær komandi stóru kommunurnar, sum umframt at hava ábyrgd av dagstovnaøkinum, forskúlanum, og frítíðarskúlanum, eisini fáa ábyrgd av fólkaskúlanum. Men tað er neyðugt við einari umskipan beinan vegin.

Eg ætli mær at taka upp samband við mín starvsfelaga í landsstýrinum, Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í kommunmálum, fyri at finna eina skilagóða loysn viðvíkjandi fólkaskúlanum og kommunureformin. Tað ræður um at leggja eina framtíðarætlan, sum allir partar hava álit á. Í eini skiftistíð kundi Mentamálaráðið tillutað tímar til kommurnar/skúlaøkini í mun til næmingatalið fyri at tryggja eina javnvág.

Meginfyrisitingin kemur altíð at hava ábyrgd av innihaldi, námsætlanum, próvtøkum, eftirmetingum, útbúgvingarkrøvum, eftgirliti og útbúgvingarpolitisku menningini.

Bara at sita hendur í favn og bíða eftir kommunusamanleggingum, einari ætlan, sum tíverri enn einaferð er útsett, er tað ringasta vit kunnu gera fyri okkara fólkaskúla.

Ætlaðar lógarbroytingar

Lógaruppskotið (løgtingsmál nr. 144/2009) fevnir í stuttum um hesi viðurskifti:

• Reglurnar um fólkaatkvøðu í sambandi við, at kommunalur skúli verður lagdur niður, verða tiknar av.
• Reglurnar um, at flokkar ikki kunnu umskipast, eftir at næmingarnir eru býttir í flokkar, verða tiknar av.
• Landsstýrismaðurin fær heilmild til at fara undir samráðingar við skúla¬myndugleikarnar á staðnum til tess at skipa skúlasambond í skúlaøkjum. Skúlaøkini skulu vera tey somu sum kommunurnar, tá ið kommunalreformurin er framdur.
• Landsstýrismaðurin skipar læraratalið í hvørjum skúlasambandi ella skúla í mun til næm¬inga¬talið.

Tað ber til at seta nógvar spurningar, eitt nú um til ber at fáa í lag samstarv millum kommunur, og um ikki rættast er at bíða til kommunurnar verða lagdar saman. Vit hava nú bíðað í áravís eftir kommunusamanlegging, og fleiri álit eru skrivað. Vit hava ikki ráð at bíða longur.

Um vit lata standa til, er vandi fyri, at vit knúsa fólkaskúlan innanífrá.

Lærarafelagið hevur ásannað, at hettar er rætti vegurin at ganga
Lærarafelagið hevur sæð skriftina á vegginum, og hevur greitt meldað út, at felagið tekur undir við bygnaðarbroytingum, treytað av at játtanin til fólkaskúlan verður fastfryst.

Vit eiga at síggja henda møguleikan
Tað er mín vón, at vit politikarar duga at taka av hesum tilboði. Tað kann jú ongantíð vera eitt endamál í sjálvum sær at spara á fólkaskúlaøkinum. Men tað er okkara skylda at gagnnýta játtanirnar so væl sum møguligt, og á tann hátt vera við til at tálma framhaldandi útreiðsluvøkstri, samstundis sum vit menna fakligu og pedagogisku samstarvsmøguleikarnar í skúlaøkjunum.

Eg haldi, at vit landspolitikkarar hava skyldu til at taka burtur nakrar av teimum ásetingum í fólkaskúlalógini, sum forða fyri skilagóðum bygnaðarbroytingum. Tað skylda vit okkara næmingum og lærarum.

Tí havi eg í lógaruppskotinum lagt upp til, at vit, meðan vit bíða eftir kommunusamanleggingum, fara undir samráðingar um at skipa Føroyar í skúlaøki, so vit kunnu fáa eitt samstarv um at tilluta læraratímar tvørturum kommunumørk.

Ætlanin er, at skúlamyndugleikarnir í økjunum sjálvir mæla til, hvørjir skúlar skulu hava opið, og hvussu undirvísingin skal skipast í økinum. Ætlanin er eisini at Mentamálaráðið sum skjótast fer undir at samráðast við økini um hetta, og at Mentamálaráðið fer at játta økjunum tímar eftir næmingatali.

Tað skal tí vera mín vón, at lógaruppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini, sum liggur í tinginum, fær eina positiva og konstruktiva viðgerð – tí tað hevur einans til endamáls at tryggja okkara ungdómi tann besta skúlan.

Vit kunnu ikki loyva okkum at taka onnur atlit fram um.


Tórshavn, 21. mars 2010