– Tað er einki minni enn nasadjarvt og skilaleyst at føroyska heilsuverkið aftur skal spara
Tað siga føroyskir læknar uttanlands í almennari fráboðan í morgun.
Í hesum sambandi hava 29 føroyskir læknar uttanlands sent eina almenna fráboðan í morgun, har teir »harðliga átala gongdini í føroyska heilsuverkinum«
Læknar og fakkunnleikin annars, bæði í Føroyum og uttanlands, hava nú ífleiri ár rópt varskó, uttan at politiska skipanin tykist skilja álvaran í hesum máli.
Læknarnir siga, at tað ger bara støðuna alsamt verri, at heilsuverkið skal spara ár eftir á.
– Taparin er tann føroyski sjúklingurin. Ein støðug niðurlaging av heilsuverkinum á ein tílíkan hátt ger, at tað í minni og minni mun kann samanberast við heilsuverkið í grannalondunum. Føroyingurin fer ikki at fáa hjálp á sama stigi sum í hinum Norðurlondunum.
Tey vísa á, at nógvir føroyskir læknar uttanlands fylgja væl við í gongdini í Føroyum.
– Vit sita málleys og spyrjandi. Men eisini eru vit stúrin. Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst, at fólk, ið eru sett at stýra føroyska heilsuverkinum ikki taka talríkar áheitanir til eftirtektar. Hetta vitnar um, hvussu lítlan kunnleika tey hava um hetta torgreidda økið.
– Politiska skipanin sýnir lítla og onga virðing fyri øllum teimum, sum hvønn dag og hvørja nátt, 365 dagar um árið halda hjólini í føroyska heilsuverkinum malandi.
– Fólk sum taka sítt arbeiði í størsta álvara, men sum nú væl skilligt hava lyndi til at geva skarvin yvir.
– Apati, resignatión og ørkymlan valdar.
Teir siga, at tað verður alsamt minni áhugavert hjá tí komandi ættarliðnum av føroyskum serlæknum at venda aftur til Føroya.
– Eitt komandi ættarlið av serlæknum sum framhaldandi eisini vilja kunna gagnnýta ta framgongd sum allatíðina er í læknavísindini, og harvið veita sjúklinginum bestu viðgerð.
Føroyska heilsuverkið tykist at vera í einari óndari ringrás og í vanda fyri at enda sum eitt óforsvarligt heilsuverk og tað fer at raka tey sjúku í Føroyum harðast.
Føroysku læknarnir siga, at politiska skipanin handferð heilsuverkið beinleiðis vanvirðiligt og hevur ikki innlit í og kunnleika at síggja hvørjar avleiðingar hetta longu hevur fingið, og hvørjar álvarsligar avleiðingar hetta fer at hava í nógv ár framyvir.
– Føroyingar mugu nú krevja tað, sum vit hava krav uppá og rætt til, nevnliga eitt forsvarligt heilsuverk sum kann sammetast við grannalondini.
– Politiska skipanin prógvar enn einaferð, at hon ikki er før fyri og ikki megnar at lyfta hesa týdningarmiklu uppgávu, siga føroysku læknarnir uttanlands.
Teir læknarnir, sum hava skrivað undir fráboðana, eru:
Sigrid Svartá
Sólfríð Fjallsbak
Jann Mortensen
Heidi Madsen
Silvia K. Weihe Meienburg
Martin Meienburg
Magda Lamba Altinok
Regin Lamhauge
Hans Arni Ellefsen
Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus
Andrea Á Dul Poulsen
Absalon Eysturoy
Herborg L. Johannesen
Johanna Petersen
Regin Djurhuus Hammer
Martha Haahr
Tordis Kristiansdóttir
Súsanna Reinert-Petersen
Diana Reynstind
Jón Rafael Clementsen
Súsanna Petersen
Heðin Jacobsen
Tóra Heðinsdóttir
Valborg Heinesen
Mary Højgaard Hansen
John Petersen
Jógvan Øregaard
Katrin Olsen
Eivind Warberg