Sambandsflokkurin veksur - og hann díkir á í hesum døgum. Hann hevur svarið uppá allar okkara avbjóðingar. Svarið er ikki nýtt, men tað er einfalt, ítøkiligt, og lætt at seta í verk. Svarið er hægri blokkur! ? Hesin offensivurin fær ein at hugsa um, hvussu lítið er broytt í føroyskum politikki. ? Í 1927 skrivaði Jørgen Frantz Jacobsen ein kronikk í Politiken um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. ? Tann gløggi ungi maðurin helt, at ”Forholdet mellem Danmark og Færøerne kan blive langt hjerteligere, mere naturligt og mere stabilt, hvis det kan befries for sit nuværende ubehagelige præg af at være et pengemellemværende.” ? Men hann var greiður um, at tað í politisku skipanini í Føroyum var innbygd ein mekanisma, sum fór at gera hetta trupult: ”Det findes ikke noget dansk parti på Færøerne. Derimod findes der et parti (sambandspartiet) det bygger sin politik på de statstilskud, man kan få fra Danmark.” ? Jørgen Frantz dugdi væl at síggja, at tað var ómegd, sum var grundarlagið undir Sambandsflokkinum: ”Jo værre det står til, des fastere sidder sambandspartiets stemmer. En politik, der på denne måde bygger på egen uformåenhed, kan være lige så sikker i sin sag som accelerationens lov.” ? Tá ein stórur partur av valdsapparatinum ikki livir politiskt av egnum visiónum og loysnum men av máttloysi og ómegd, er skjótt at gerast dapurskygdur: ”Spørgsmålet er nu blot, (...) om det i længen er berigende, endsige sundt for et folk at modtage så store tilskud udefra. (...) Lige så lidt som man tør tro, at det udvikles nogen dygighed hos en person, hvis hele tilværelse er bygget på fremmedhjælp, lige så lidt tør man tro det om et samfund."
It's the economy ?So skrivaði skaldið. Og tað mest áhugaverda við hesi grein - og mongum líknandi - er, at einki er broytt. Hon kundi tað sama verið skrivað sum viðmerking til dagsins sambandsmenn. ? Men boðskapurin til føroyska sjálvstýrisvongin er eisini tann sami: Tað er búskapurin, sum avgerð stríðið millum sjálvstýri og samband! ? Búskapurin er eisini avgerandi aðrastaðni. Undir valstríðnum í 1992 bleiv Clinton jú kendur fyri orðini: I'ts the economy, stupid! Hvør skal siga: Tann, sum stýrir búskapinum væl, vinnur. Tann, sum stýrir illa, tapir. ? Men í Føroyum er henda mekanisma avskeplað. Er búskapurin illa stýrdur - uttan mun til, hvør hevur stýrt - so vinnur sambandið. Tí sambandið talar til ómegdina. Og sambandið lovar fólkið danskar pengar.
Trupulleikin er raksturin?Tað er greiður sjálvstýrismeiriluti á tingi. Og hesin meiriluti má altíð hava orðini hjá Clinton í huga: It's the economy, stupid! Veruligur sjálvstýrispolitikkur er ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur. Hvørki meir ella minni. ? Og fíggjar- og vinnupolitikkurin hevur ikki verið ábyrgdarfullur leingi. Vit tjena so lítið í mun til tað vit brúka, at um so eingin íløga varð gjørd í ár, kláraðu vit ikki at fíggja raksturin. Við blokki! ? Miðlarnir tosa nógv um íløgur. Tí tær eru ítøkiligar og lættar at taka støðu til. Men íløgurnar eru ikki trupulleikin. Vit skulu hava bæði marknagilsdepil og sandoyartunnil og flogvøll og mangt annað. Tað skal raðfestast - men tað skal gerast. Og Føroyar koppa ikki, hóast vit taka stór lán til íløgur. ? Vit spæla heldur ongar atkvøður upp í føvningin á Edmundi & Co fyri tað, um vit læna til íløgur. ? Men so leingi vit ikki klára at fíggja raksturin, regna atkvøðurnar niður í sambandsleypin. Tað er líka víst sum "accelerationens lov"... ? Tað verða ikki talur ella analysur, sum steðga framgongdini hjá sambandinum. Hon steðgast bara av einum politikki, ið kann skapa javnvág millum inntøkur og útreiðslur. It's the economy, stupid!