Fyri mai mánaða í ár var útflutningsvirðið av fiskavørum hægri enn fyri mai mánaða síðsta ár, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. Fyrstu 5 mánaðarnar av árinum er virðið av fiskavøruútflutninginum tó væl lægri enn sama tíðarskeið í fjør.
Samlaða útflutningsvirðið jan ? mei í ár er 1.771 mió. móti 1.758 mió. í fjør, tað er 1% hægri. Uttan skip er útflutningsvirðið 1.420 mió. í ár móti 1.751 í fjør, so her er talan um eina minking uppá 330 mió. ella 19%.
Sum vit hava sæð alt árið, er tað bara útflutningsvirðið av alifiski sum veksur, meðan tað minkar fyri hini fiskasløgini.
Nøgdirnar av fiski, sum er útfluttur fyrstu 5 mánaðarnar er eisini minkað nógv síðan síðsta ár. Eisni her er tað bara nøgdin av alifiski, sum veksur, meðan útflutningsnøgdirnar av hinum fiskasløgunum minka.