KONSERTUMMÆLI
»Hon stendur onki aftan fyri Sissel Kirkjebø.«
»Hon minnir meg um Anisette úr Savage Rose.«
Tvær so ymiskar útsagnir aftaná jólakonsertina leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum vitna um, at her er talan um ein sangara, sum spennir ótrúliga víða. Vit vóru og lýddu á Eivør Pálsdóttir, og sunnukvøldið stóð hon á pallinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Upplivilsið var stórt, fjølbroytt og máttmikið. Eivør var bæði ein vakur eingil og ein dragandi dís, og vit fingu høvi bæði at uppliva jólafrið og hulduløg.
Nýggjur bólkur
Eivør Pálsdóttir var fyri fyrstu ferð saman við sínum nýggja íslendska bólki á palli í Føroyum. Birgir Bragason á kontrabassi, Eðvarð Lárusson á gittara og Pétur Grétarsson á trummum hóskaðu sera væl saman við Eivør, og teir skaptu ein tryggan gróðrarbotn fyri tí sjáldsama huglagnum, sum Eivør meistarliga manar fram.
Sjálv skráin var ein spennandi samanseting. Jólaløg, traditionellir sálmar og egin løg vóru útsett í sjáldsamar og øðrvísi tulkingar. Onkuntíð yndisligt, stundum sorgblítt og aðrar tíðir dragandi demoniskt.
Eivør fekk eisini víst, at hon dugir betur enn hampiligt við sínum guitara og ger løg, sum fáa hárini at reisast. Ella er tað bara tí, at øll løg verða spennandi, tá hon ber tey fram.
Kanska ein dag
Persónliga dámdi mær serliga væl framførsluna av einum nýggjum lagi hjá Eivør, sum kallast »Kanska ein dag«. Tað var so einkult og sjálvsagt, og kortini kom tað so óvart á.
Felagskórið Gøta/Leirvík bakkaði Eivør upp í tveimum kendum jólaløgum, Pie Jesus og Halga nátt. Kórið kom væl frá sínari framførslu, sum var trygg og dempað. Í Pie Jesu fór Eivør upp um tað høga C-ið, men tað var so inniligt og kensluborið, at onki glas í Norðurlandahúsinum kundi droymt um at brotnað.
Tað var eisini ein flott finala, tá ein riðil av smágentum í hvítum kjólum við livandi ljósum komu gangandi inn eftir gólvinum og tóku undir at syngja Santa Lucia. Eitt rørandi punktum fyri eini konsert á himmalskum støði.
Bara Eivør
Fólk høvdu sjálvandi ikki fingið nokk og kravdu meira.
Íslendska bandið kom ikki innaftur, men Eivør og gittarin bjóðaðu seg fram. Hon sang ein hálvlidnan sang, ið bygdi á orðini »Tá mundi tú stolið mítt hjarta«, sum hon hevði sitið við kvøldini fyri.
Tað sigur ikki so lítið um hennara sjálvsálit, evni og innara frið, at Eivør hóast sín unga aldur torir at kasta seg út í ein hálvlidnan tekst uttan eitt endaligt lag ? og sleppur væl frá tí. Tað er, sum hevur hon samband við okkurt yvirnáttúrligt, men kortini er hon so púra náttúrlig, tá hon tekur okkum langt inn í sín tónleik.
Tað er skeivt beinleiðis at samanbera hana við nakran annan. Eivør er bara Eivør. Hon kann vera Kirkjebø, Anisette og BjÖrk. Men bara Eivør er Eivør.
Í mikudagsblaðnum verður reportasja frá konsertini í Mentanarhúsinum. Leygarkvøldið mundi hon stolið mítt hjarta.