Helena Dam á Neystabø
Kunnu vit til dømis ikki samskifta við ST beinleiðis, og siga frá, at nú vit vilja taka burtur føroyska fyrivarnið í Kyoto-sáttmálanum, ja, so er best einki at gera, og so halda vit fram at dálka, bara tí at tað ikki er gott nokk, at boða ST frá støðu okkara gjøgnum Danmark.
Hetta ber ongan veg. Tað er bert tann sum orkar og torir at ganga vegin við teimum nógvu forðingunum – nevniliga samstarvsvegin, ið kemur til “Róm”.
Og sannleikin er, at allar yvirtøkur, ja øll framstig á sjálvstýrisleið eru tikin av Javnaðarflokkinum og saman við Javnaðarflokkinum. Og listin er langur. Men eingin gloymir undirgrundina og yvirtøkulógina.
Sum umboð fyri Føroyar á Fólkatingi fari eg at halda fram á hesari leið.