Ferðslutrygd er so mikið nógv verd, at fíggjarliga loysir seg at leggja dent á tað. Tað sigur Búskaparráðið í nýggju frágreiðing síni, sum varð almannakunngjørd fyrr í dag.
Búskaparráðið vísir til samferðsluætlanina, sum Landsverk læt úr hondum herfyri, og sum verður grundarlagið fyri teimum íløgum, politiski myndugleikin skal leggja fyri samferðsluna hesi næstu árini. Í nýggju samferðsluætlanini er eisini Suðuroyartunnilin tikin við.
Men Búskaparráðið vísir á, at tann heilt stóri trupulleikin, sum Landsverk avdúkar í samferðsluætlanin, er, at útreiðslur til at halda vegir, tunlar og brýr, verða ikki ikki tiknar við, tá ið útbyggingar verða lagdar til rættis. Og hetta merkir í roynd og veru, at játtanir til at útbyggja samferðslukervið eru ov lágar, tá ið einki samstundis verður sett av til rakstur og røkt.
Landsverk vísir á, at stórar játtanir skulu til í fleiri ár fyri at vinna alt tað inn aftur, sum er forsømt. Landsverk setir eisini spurnatekin við, um vegakervið í dag er í forsvarligum standi, tá ið hugsað verður um ferðslutrygd.
Búskaparráðið sigur, at grundgevingin fyri at hava eitt væl hildið samferðslukervi er eisini at forða fyri deyðsvanlukkum og fólkaskaða í ferðsluni. Jú betri politiski myndugleikin heldur vegakervið, jú hægri prís setur myndugleikin á eitt mannalív – og øvugt er tað við einum myndugleika, ið letur vegakervið forfella.
Ferðslutrygdin hevur eitt so mikið stórt, men fjalt virði, at búskaparliga kann tað loysa seg væl at halda samferðslukervið, tí skaðarnir verða færri. Búskaparráðið mælir tískil til, at játtanin til at halda vegir, tunlar, brýr -og eisini bygningar- verða hækkaðar, hóast hetta skuldi merkt, at ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar verður útsettur í nøkur fá ár.
Við at lata játtanirnar til at halda vegakervið og bygningar, dragna, leggur Landsstýrið lutfalsliga størri fíggjarliga byrður á komandi ættarlið, tí tað fíggjarliga haldførið versnar av við tað, at tað er dýrari at byggja nýtt enn tað er at av at halda og røkja tað verandi.