Tað er ein undarligur máti at arbeiða upp á

Undanfarna samgonga samtykti eina yvirtøku, men nú peningurin skal játtast til tað, kallar hon tað ein glæntrileik

Vil andstøðan ikki játta pengar til at yvirtaka málsøkið um sjókort og sjóuppmáting, verður eingin yvirtøka

Tað staðfestir Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum og umhvørvismálum, nú Løgtingð samykti eina eykajáttan til ymisk endamál.

Í undanfarnu samgongu samtykti Løgtingið at yvirtaka málsøkið, sjókort og sjóuppmáting tann 1. januar næsta ár, men skal tað eydnast, er neyðugt at fara undir fyrireikingarnar nú, og til tað krevst ein játtan.

Tí hevur Helgi Abrahamsen biðið um 400.000 krónur eykajáttanini, sum varð samtykt í gjár.

Men núverandi andstøða, sum var í samgongu seinast, og var tann, sum samtykti yvirtøkuna, atkvøddi ímóti, og tað fall rættiliga landsstýrismanninum fyri bróstið.

Hann heldur lítið um, at undanfarna samgonga samtykti eina yvirtøku, men tá ið pengar so skulu játtast til endamálið, atkvøða tey ímóti og kalla tað ein glæntrileik og ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk.

Helgi Abrahamsen sigur, at tað kostar 3,4 milliónir um árið av yvirtaka málsøkið, men einki av tí er játtað.

Men nú er so langt útliðið, at 400.000 krónur røkka til tað, sum er eftir av árinum.

Men tað merkir samstundis, at málsøkið verður ikki yvirtikið tann 1. januar, tí arbeiðið verður ikki liðugt tá.

– Eg var tingmaður, tá ið løgtingið samtykti málið og eg atkvøddi ímóti yvirtøkuni. Og eg veit ikki, hví eg skal brúka orku upp á yvirtøkuna, sum undanfarna samgonga hevur samtykt - men sum tey síðani ikki vilja játta pening til, sigur Helgi Abrahamsen.