Tað er einfalt

Tað skal ikki stóra hóvastákið til fyri at kunna spæla MP3-tónleik á tíni teldu. Tú skalt bara downloada ein MP3-spælara av netinum, teir fáast milum annað á www.mp3.com.

Skalt tú hava nakað burtur úr tónleikinum á telduni krevst, at tú hevur eitt gott ljóðkort og góðar hátalarar. Hevur tú tað, er einki til hindurs fyri, at tú kanst njóta góðan tónleik ókeypis, uttan at fara í fløguhandilin við hundraðkrónuseðlum


Sjálvir MP3-sangirnir finnast í ovurmát allastaðni á internetinum. Sjálvt um plátufeløg í fleiri londum hava ført eitt miðvíst stríð fyri at minka um útboðið, er eingin møguleiki fyri at sleppa av við hendan ólógligan tónleik, og tað tekur bara nakrar fáar minuttir at fáa ein sang inn á telduna.


Og tað skalt tú minnast til, áðrenn tú fert í holt við at taka MP3 niður av netinum. Tað er ólógligt. Sambært lógini um upphavsrætt er tað ikki loyvt at kopiera tónleik digitalt, sjálvt ikki til egið brúk.