Jóannes Hansen
----
Tað varð ikki so lítið gjørt burturúr undan jólum og um høgtíðina í sambandi við, at tað á tollaksmessu vóru hundrað ár síðani, at tríggir bátar í Norðoyggjum – ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og ein av Skarði – gingu burtur, og at ein bátur úr Svínoy gekk burtur 13. desember 1913.
Fangandi og upplýsandi sendingar vóru í útvarpinum og sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, og bæði í Sosialinum og á in.fo varð eisini gjørt burturúr. At tað framvegis ber til at endurgeva frá teimum, sum vóru vitni til tað, ið fór fram fyri einari øld síðani, kemst av, at samrøður eru at finna eitt nú í bókunum hjá J. Símuni Hansen og Roberti Joensen og í øðrum heftum og ritum – eitt nú jólabókini Hugnalig jól, sum klaksvíkingar góvu út í mong ár – og at Niels Juel Arge, fyrrverandi útvarpsstjóri, syrgdi fyri, at fleiri samrøður við tey, sum henda dagin í 1913 sigldu vandasjógv og komu undan og við tey, sum bíðaðu á landi og ikki fingu síni aftur, vórðu sendar, tá ið tað upp undir jól í 1963 vóru liðin hálvt hundrað ár síðani stóra skaðadagin.
Vanlukkudagurin varð markeraður á Skarði, har minnisvarði varð reistur síðsta summar, og við gudstænastu í Christianskirkjuni í Klaksvík, og í Norðdepli varð minnisvarði avdúkaður tollaksmessudag.
Maria Jørðdal Niclasen, prestur, segði nøkur orð, og so avdúkaði Osvald Sivertsen í Norðdepli minnisvarðan. Tað er Livar Nysted í Hvannasundi, sum er limur í bygdarráðnum í Hvannasunds kommunu, og sum er kendur rógvari, ið eigur hugskotið til minnisvarðan, og tað er Jóan Petur Lydersen í Hvannasundi, sum hevur evnað modellið av bátinum til. Magnus Arge í Klaksvík hevur syrgt fyri innskriftini á plátunum, har nøvnini á øllum teimum í bygdunum kring Hvannasund eru at síggja, sum eru sjólátin.
Minnisvarðin stendur heimi á Sýnini, sum hetta plássið norðanfyri kirkjugarðin og við gamla skúlan í Norðdepli verður nevnt.
Á samkomu í skúlanum á Fossanesi, sum kommunan bjóðaði til, eftir at minnisvarðin varð avdúkaður, upplýsti Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, at økið, har minnisvarðin stendur, er latið av Osvaldi Sivertsen í Norðdepli, sum avdúkaði minnisvarðan.
Fátækt ikki at kenna søguna
Osvald er skilamaður og tiltikin á sín egna og lítillætna hátt at røða, siga frá og lýsa persónar og umstøður so nágreinliga og væl, at tað kennist verða púra livandi fyri tey, sum líða á.
Hann var sjómaður og stýrimaður, tá ið hann var yngri, og Osvald hevur altíð havt og hevur framvegis brennandi áhuga fyri øllum samfelagsviðurskiftum og ikki minst tí, sum hevur við havið og fiskiskap at gera og tí, sum hoyrir søguni til.
-Eg havi onkuntíð tikið til, at eitt fólk, sum ikki kennir sína søgu, tað er eitt fátækt fólk, og tað haldi eg eisini, um fólkið so svimur í pengum. Tað hevur so ógvuliga nógv at siga fyri okkum, at vit vita, hvussu forfedrar okkara hava búleikast og undir hvørjum treytum, teir hava myndað hetta samfelagið, sum vit hava fingið upp í hendurnar frá teimum, sigur Osvald Sivertsen.
Á samkomuni í skúlanum á Fossánesi, eftir at minnisvarðin var avdúkaður, greiddi Osvald nágreiniliga, livandi og beinrakið frá, hvussu tað var í lítlu niðursetubygdini, tá ið báturin var farin, og bestu og raskastu arbeiðsmenninir í bygdini ikki komu aftur. Millum hesar vóru tveir pápabeiggjar hjá Osvaldi, og eisini abbin á hinari síðuni og ein mammubeiggi.
-Eg eri føddur stívliga tjúgu ár eftir henda stóra vanlukkudagin. Pápi misti tveir beiggjar, og eg hoyrdi hann mangan tosa um hetta. Og á hinari síðuni hoyrdi eg ommu tosa um, hvussu tað var. Tað sigur seg sjálvt, at eingin kann siga frá tí skelki, sorg og sakni og trega, sum hesin vanlukkudagurin bar bygdunum, ið vórðu raktar og øllum tí føroyska samfelagnum. At tað eydnaðist okkara bygd við Guds hjálp at reisa seg aftur, haldi eg, at fyrst og fremst konufólkini áttu heiðurin av. Eg havi viðhvørt ímyndað mær, hvussu tað hevði verið vorðið, um tað vóru kvinnurnar í besta aldri, sum vóru farnar, og menninir høvdu verið einsamallir eftir. So hevði ikki verið væl vorðið. Ivaleyst hevði verið øskukalt, tí mannfólkini megna ikki so nógv einsamallir, sum føroysku kvinnurnar so mangan hava víst, at tær hava megnað. Tær hava verið størstu kempurnar í hesum landinum, segði Osvald Sivertsen á samkomuni í skúlanum á Fossanesi, eftir at minnisvarðin í Norðdepli tollaksmessudag var avdúkaður.
Osvald segði seg vera sera fegnan um, at kommunan nú skipaði fyri hesum tiltakinum.
-Í sambandi við fyrireikingarnar, sum hava verið heimi á Sýnini, og tað, sum hevur verið tosað og skrivað hesar seinastu dagarnar, havi eg tosað við nógv fólk. Fleiri hava sagt, at tey hava vitað so lítið um hetta, sum fyrifórst fyri hundrað árum síðani. Hetta er gott høvi hjá okkum øllum at steðga á og at minna okkum á, hvørjum vit eru runnin av, og á alt tað, sum vit hava at takka fyri, sigur Osvald Sivertsen.
Minnisvarðarnir
Fyrsti minnisvarðin yvir sjólætnar norðoyingar varð reistur í gamla kirkjugarði í Vági í Klaksvík í 1943. Á sjálvum minnisvarðanum og á plátum, sum eru á steinum í kirkjugarðinum, sum nú er opin og lætt atkomuligur, eru nøvnini á norðoyingum, ið eru farnir á sjónum.
Osvald sigur seg minnast væl tann dagin, tá ið minnisvarðin í Klaksvík varð vígdur:
Hetta var knapt tredivu ár eftir stóra skaðadagin her hjá okkum í Norðdepli. Fleiri av hinum bygdunum her norðuri vóru eisini illa raktar av vanlukkum á sjónum. Eg var smádrongur tá, og eg minnist so væl, at mamma og pápi og Martin farbróðir og onnur í bygdini pyntaðu seg og fóru við báti norður um Múlan og til Klaksvíkar at vera við til hetta hátíðarhaldið. Fyri tey hevði hetta stóran týdning. Tey høvdu mist so nógv á sjónum, og tey áttu onga grøv og ongan gravstein at koma til. Nú kendu tey, at minnisvarði varð reistur yvir teirra, og nú hava vit eisini fingið ein minnisvarða her hjá okkum. Tað eru vit fegin um og takksom fyri, sigur Osvald Sivertsen.
Síðani fyrsti minnisvarðin varð reistur í Klaksvík, eru minnisvarðar komnir á Syðradali og á Skarði og nú eisini í Norðdepli. Tað hevur verið tosað um minnisvarðar í øðrum bygdum í Norðoyggjum.
Steinurin
Osvald Sivertsen fegnast um, at tað eydnaðist bygdarráðnum og Livari Nysted at bera so skjótt at, at tað bar til at avdúka minnisvarðan hundrað ára dagin fyri størstu bátsvanlukkuni í Norðdepli og størsta skaðadagin í Føroyum, tá ið tað snýr seg um opnar bátar.
-Satt at siga, so roknaði eg ikki við tí, tá ið Livar eina ferð í september var inni á gólvinum í øðrum ørindum, og prátið eisini fall inn á minnisvarðan. Men hann segði heilt avgjørt at rokna við tí, og nú síggja vit úrslitið.
Modellið av bátinum stendur á stórum steini. Livar Nysted greiðir soleiðis frá um steinin, tá ið mannamúgvar er um at fara frá minnisvarðanum og norður í skúlan:
-Hesin steinurin hevur altíð verið her. Tá ið tað varð farið undir fyrireikingarnar til minnisvarðan, og tað var avrátt, at hann skuldi vera á hesum staðnum norðanfyri gamla skúlan í Norðdepli ella heimi á Sýnini, sum tey siga her í bygdini, sá eg, at tað bar til at brúka steinin sum part av minnisvarðanum. Osvald hevur sagt mær, at eisini onkur, sum fórst henda dagin fyri hundrað árum síðani, plagdi at velta her, og rímuligt hava teir sitið á flata steininum og rindað møðina og fingið sær ein drekkamunn. Nú hava vit reist steinin upp, og eg eri fegin um, at eisini onnur halda, at hetta tekur seg væl út. Økið frammanfyri minnisvarðan er steinsett við malagróti, og tað knýtir sjálvsagt hetta saman við sjónum og øllum tí, sum er í tí sambandi.
Katrin Næs, borgarstjóri, upplýsir, at tað varð farið undir arbeiðið um miðjan september í ár, og at tað er kommunan, sum hevur borið útreiðslurnar av fyrireikingunum, burtursæð frá stykkinum, sum Osvald Sivertsen hevur latið sum gávu, og sum borgarstjórin, bygdarráðið og bygdafólkið báðu megin Sundið eru ógvuliga takksom fyri.
Besta løtan í langa tíð
Seinastu vikurnar hava fyri tað mesta verið baldrutar. Tá ið mannamúgvan varð savnað í Norðdepli í sambandi við, at minnisvarðin varð avdúkaður, var veðrið betri, enn tað hevði verið í nógvar dagar og vikur og so nógvar ferðir betri, enn tað var á tollaksmessu í 1913. Sundið var blankt, og brøttu fjøllini stóðu hvítklødd, og tað var púra friðarligt henda stilla seinnapartin.
Hundrað ár frammanundan, tollaksmessudag í 1913, kom ódnarveðrið av landnyrðingi knappliga, og tað var mest sum í einum nú, at havið var púra uppøst.
Á minnisvarðanum eru plátur við nøvnunum á teimum, sum fórust við Múla bátinum í 1828, Norðdepilsbátinum í 1913, Fyrra Sundabátinum í 1918, Seinna Sundabátinum í 1945 og einstaklingum, sum eru druknaðir í Sundinum.