Tann serliga menningarnevndin hjá bretska Undirhúsinum sigur seg ikki vera í iva um, at ágangurin ímóti sivilfólkinum í sudanska landspartinum Darfur er fólkamorð.
Í einari frágreiðing, sum nevndin legði fram í gjár, stendur, at ágangurin í Darfur hevur kravt nógv fleiri mannalív, enn ST og aðrar altjóða keldur hava sagt. Nevndin sigur, at ágangurin ímóti sivilfólkinum hevur verið so umfatandi og ræðandi, at tað ber ikki til at lýsa tað sum annað enn fólkamorð, og nevndin heldur eisini, at heimsins politisku leiðarar hava gjørt alt ov lítið fyri at steðga áganginum.
ST hevur fyrr sagt, at umleið 70.000 fólk eru deyð av hungri, sjúkum og álopun í Darfur, men sambært menningarnevndini hjá Undirhúsinum umfatar tað talið bara tíðarskeiðið frá mars til oktober í fjør. Tað veruliga talið er umleið 300.000, heldur nevndin. Aðrar óheftar keldur vilja vera við, at talið liggur um 180.000, og at umleið ein millión fólk eru rikin frá húsi og heimi.