Tað var Margretha Hansen í Skopun, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Systir hennara, Kristina Hansen, var fjarritari, og tað var hon, sum førdi orðið fyri hana, sum átti seðilin.
Margretha Hansen valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 600.000 krónum í hvørjum leypi, og tað skiltist týðiliga, at hon legði nógv fyri til tess at ogna sær triðingin av samlaða vinninginum.
Men, tað eydnaðist henni tíverri ikki í Gekka-spælinum í kvøld, tó at hon var rættiliga nær við í tveimum umførum. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum - eitt rúm frá gula leypinum, og í øðrum drátti steðgaði hjólið aftur á 12.500 krónum, hesaferð nær bláa leypinum.
Margretha Hansen hevði soleiðis í fyrsta drátti møguleikan fyrst at steðga við 62.500 krónur og í øðrum drátti á 37.500 krónum. Í triðja og seinasta drátti steðgaði gekka-hjólið á 20.000 krónum, sum soleðis gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld.
- Men, 20.000 krónur er nú ikki so galið at halda vikuskifti fyri, helt verturin, Magnus Magnussen, fyri. - Nei, tað er fantastiskt, segði fjarritarin hjá Margrethu Hansen, systirin, Kristina Hansen.