Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum bjóðar nú øllum kvinnum, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum, til eina hugnaløtu. Hugnaløtan verður mikukvøldið hin 23. september klokkan 19, og tiltakið verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn.
Á skránni verður hugni, prát og ein drekkamunnur. Tá krabbamein rakar, er vanligt at hava nógvar spurningar. Tørvurin á upplýsing, vitan, stuðli og hjálp kann vera stórur.
- Tað er gott at fáa nógva og góða hjálp frá familju, vinum og fakfólki. Okkara royndir vísa, at tað harafturat hjálpir at hitta og koma saman við øðrum í somu støðu og sum hava kent sjúkuna á egnum kroppi.
Í Krabbameinsfelagnum vísa tey á, at tað hevur týdning at fáa eitt prát, stuðla og hjálpa hvør øðrum og í fullum trúnaði práta um tað, sum er til felags og eisini um tað, ið kann vera torført og tungt at bera. - Vit gleða okkum til kvøldið og vóna, at undirtøkan verður góð, siga tey í Krabbameinsfelagnum í dag.