Tað er hugaligt har vesturi

0 stig vestur hevur tað seinastu vikurnar fleiri ferðir verið tikið til. Nú er henda vendingin søga, og sjálvandi fegnast teir har vesturi um, at teir ímóti B36 prógvaðu fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at tað ber til:

- Hugburðurin var fínur, og tað kennist hugaligt, at vit nú eru komnir á talvuna, staðfesti Jens Erik Rasmussen, sum síðstu løtuna skoraði tvey mál.

Hann rósti sínum liðfeløgum fyri avrikið:

- Vit eiga fleiri ungar spælarar, ið vístu, at tað er dugur í teimum. Tað var serliga týdningarmikið, tí longu í 1. hálvleiki noyddist ein av teimum eldru, Rúni Nolsøe, skaddur av vøllinum. Hann er ætlaður at vera ein av teimum, sum stuðlar teimum yngru, men hesir vístu, at teir vóru førir fyri at stríðast og spæla fyri sigrinum, og tað gevur góðar vónir, nú vit skulu spæla á Argjum. Tað verður ein ógvuliga spennandi avbjóðing.