Sama dag sum Norðoyatunnilin lat upp, 29. apríl 2006, bleiv Klaksvíkin ein borgara ríkari. Tá flutti Liezel Dahl, nú 38 ára gomul, til Klaksvíkar við manninum. Liezel Dahl er úr Filippinunum.
- Nógv søgdu við meg, at tað fór at vera torført at fáa starv, tí mín útbúgving var úr Filippinunum. Maðurin helt, at vit áttu at spurt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kortini, so tað gjørdu vit, greiðir Liezel Dahl, sum er bioanalytikari.
Sum so mong onnur við útlendskum útbúgvingum, mátti hennara góðkennast av donskum myndugleikum. Tað tók tríggjar mánaðir.
- Leiðarin á sjúkrahúsinum gav mær arbeiði beinanvegin. Góðkenningin var galdandi í seks mánaðir. Teir seks mánaðirnar skuldi eg prógva, at eg dugdi fakið og at eg megnaði at samskifta við starvsfelagar, sjúklingar og avvarðandi, greiðir hon frá.
Hon sigur, at fyrstu tíðina var málið ein avbjóðing. Hon hevði búð í Danmark í hálvtannað ár saman við manninum, so hon hevði lært seg eitt sindur av donskum, men nú mátti hon aftur læra seg eitt fremmant mál.
- Tað er ikki bara bara at læra føroyskt. Eg haldi, at tað hjálpti mær nógv, at eg bara hevði føroyskar starvsfelagar fyrstu tíðina. Har vóru ongar filipinskar ella ensk-talandi, so eg mátti tosa føroyskt. Tí haldi eg, at tað gekk skjótari at læra, sigur Liezel Dahl.
- Eg havi tó eisini verið glað fyri, at eg dugdi eitt sindur av donskum. Telduskipanirnar eru á donskum, handbøkurnar eru á donskum og nógvir avloysarar, bæði læknar, sjúkrasystrar og onnur, eru donsk, greiðir hon frá.
Mátti flyta til Havnar
Liezel Dahl ásannar, at hon var heppin, at hon beinanvegin fekk eitt starv. Hon hevur verið í starvi á Klaksvíkar sjúkrahúsið síðani. Sjálv heldur hon, at møguleikarnir hjá útlendingum at fáa arbeiði í Føroyum eru góðir.
- Eg haldi allar tær filipinsku kvinnurnar, sum eg kenni her í Klaksvík, hava arbeiði í dag. Tað krevur tó, at tú ert fús at taka tað tak, sum krevst at byrja við. Eg mátti gera tað, sum skuldi til, fyri at fáa endaligu góðkenningina. Vit fluttu til Havnar nakrar mánaðir, tí eg mátti arbeiða á Landssjúkrahúsinum eina tíð fyri at prógva, at útbúgving mín var fullgóð, greiðir Liezel Dahl frá.
Hon heldur, at arbeiðsgevarar sum heild eru jaliga sinnaðir mótivegis útlendingum.
- Tað eru fleiri leys størv, vit mangla radiografar, vit mangla lærarar, men um tú skalt fáa hesi størvini, so mást tú gera tað, sum skal til. Tú mást fara í holt við Sundhedsstyrelsen fyri at fáa útbúgvingina góðkenda, tú mást læra teg føroyskt og helst danskt eisini. Tað krevur nógv, men tað er neyðugt, sigur Liezel Dahl.
Í Vikuskiftissosialinum er stórt tema um útlendingar í Føroyum.