Tað er ikki líka feitt

Flestu okkara hava ivaleyst ringa samvitsku av øllum vit hava etið um høgtíðina, so nú er gott við góðum ráðum um klænking, og hvussu vit kunnu fara niður í vekt

Hetta er árstíðin, tá vanliga verður komið við góðum ráðum í samband við klænking, eftir at teir ymisku miðlarnir áðrenn jól vóru á tremur við tilfarið um góðan jólamat og matuppskriftum.

Ongantíð fyrr í søguni hava so nógv fólk verið so feit og vigað so nógv sum í dag. Í veruleikanum er tað er soleiðis, at seinastu tvær øldirnar hevur yvirskotið av mati í ídnaðarsamfeløgunum verið so stórt, at fiti hevur verið ein stórur trupulleiki hjá fólki. Fiti telist millum fimm teir størstu heilsutrupulleikarnar í heiminum.

Tað er ein misslikjing at halda at ovát, sum vanliga er ein trupulleiki hjá teimum sum viga ov nógv, er ein frívillig søk. Sannleikin er, at trupulleikin við fiti er nógv størri enn tað einans at royna at hava tamarhald á sær sjálvum. Tað vísir seg nevniliga, at væl motiveraðir persónar ofta klára at fara niður í vekt eftir stuttari tíð, men sum frá líður taka teir upp á aftur og eru aftur í sama vektklassa, ið teir vóru í áðrenn, ella hægri.

At klænka seg eftir stuttari tíð klára tey flestu, men tíverri er ofta talan um eina stokkuta gleði, so leingi vita halda fast við gomlu vanarnar og ein tilvildarligan lívsstíl. Ein og hvør sum vil fara niður í vekt, verður noyddur at gera meira enn einans at eta minni. Royndir vísa, at vit fáa bestu úrslitini við at nýta ymiskar mannagongdir.

Fylgjandi ráð um at fara niður í vekt og halda vektina eru úrslit av nýggjari gransking.

Et minni

Tað er ein keðilig nátúrlóg, at kroppurin hevur munandi lættari við at goyma feittið vit eta enn við at gera feittið um til orku. Tað verður heldur ikki lættari av tí sannroynd, at matur sum inniheldur nógv feitt ofta kennist lítið mettandi. Ein "fastfood" máltíð við dupultum cheese-burgara við chips og cola inniheldur næstan líka nógvar kaloriur, sum ein persónur hevur tørv á í ein heilan dag.Tað sigur seg tí sjálvt, at um ein slík máltíð verður etin hvønn dag, sæst tað á okkum.

Et til fastar tíðir

Fyrimunurin við at eta til fastar tíðir er, at tá innstillar kroppurin seg til forbrenningina júst til tær ásettu tíðirnar. Tað sær eisini út til, at tað er sunt at eta minst tríggjar máltíðir dagliga, fyri at halda vektina. Okkara mormala kropsrútma setur forbrenningina niður um náttina, tí er best at eta minst møguligt eftir klokkan 18.

Best er at nýta umleið hálvan tíma um dagin til at íðka. Tað verið seg at ganga túrar, renna, lyfta vektir, ella at ganga til aerobic. At íðka er eisini avslappandi og økir um forbrenningina. Tað vísir seg at mangul upp á svøvn ofta førir betri matarlyst við sær. Hjá vaksnum persónum er best er at sova millum sjey og átta tímar um náttina. Likam okkara er ein undranarverd mekanisma, sum helst skal halda til eitt virkið lív í mong ár.

Eins og vit eiga at fara væl um teir lutir vit eiga, so sum hús, bil ella møblar og o.a. er tað ikki av minni týdningi at fara væl við okkum sjálvum.


Kelda: Sunnhetsbladet