Tað er ikki Nyrup, men Løgmaður sum rennur undan givnum lyftum til Føroya fólk!

Áðrenn samráðingaruppskotið varð lagt fyri uttanlandsnevndina í Løgtinginum, segði Løgmaður alment, at onki var at óttast fyri, tí farið varð ikki niður til Danmarkar at samráðast, fyrr enn ein stórur meiriluti tók undir við samráðingaruppskotinum, og Varðaløgmaður segði seg taka undir við Løgmanni.

Viðgerðin í Løgtingsins uttanlandsnevnd broytti tó onki við undirtøkuna fyri samráðingaruppskotinum, tí andstøðan bleiv hildin uttanfyri. Um Løgmaður tá hevði staðið við sítt orð, varð samráðingaruppskotið mýkt, inntil ein stórur meiriluti tók undir við tí, áðrenn farið varð til Danmarkar at samráðast um tað.

Av tí at hesa samráðingar eru av vitalum týdningi fyri framtíðina hjá Føroya fólki, er tað átaluvert, at Løgmaður ikki torir at standa við sítt orð. Um Løgmaður er ?konfliktsky? ella bara ræðist ta demokratisku prosessina er ilt at siga, men framferð Løgmans í hesum máli higartil er ikki sannførandi.

Nyrup hevur alla tíðina sagt seg vilja taka undir við tí, sum ein stórur meiriluti av Føroya fólki ynskir. Niðurstøðan er tí púra greið: Hevði Løgmaður staðið við sítt orð, høvdu vit kunna havt reellar samráðingarnar millum Føroyar og Danmark umboðandi ein breiðan politiskan meiriluta saman við einum stórum meiriluta av Før-oya fólki. Skal Løgmaður varðveita sítt trúvirði, sum umboð fyri alt Før-oya fólk, verður tað ikki gjørt við at trumfa eitt samráðingaruppskot ígjøgnum, sum bert fjóðri hvør føroyingur tekur undir við. Áhugavert kundi kanska verið at vita, hvat ST sigur um framferð Løgmans - nú vit kunnu ringja beinleið-is?


Tjóðskapar-

romantikkur

og Don Juan

Skotski professarin, James Mitchell, greiddi í Norðurlandahúsinum frá herfyri, at royndir vísa, at tjóðskaparkenslur uttan búskaparligan fyrimun føra ikki til loysing, tí tann búskaparligi fyrimunurin vigar tyngri hjá vanliga fólkinum enn tjóðskaparkenslan. Við øðrum orðum: Mann kann gott romantisera um og forelska seg í Don Juan, men tú giftur teg ikki við honum! Lyftini frá okkara Varaløgmanni um frælsari, ríkari og liviligari Føroyar eftir eina møguliga loysing, eru í fyrstu syftu ikki ólík Don Juan lyftum, tí tey eru uttan nakað ítøkuligt prógv, sjálvt ikki eina tentativa ?fullveldis fíggjarlóg?, kann hann vísa á! Ein loysing her og nú, er tí eitt ?prøv lykken koncept?, sum spælir hasard við Føroya fólki og tess vælferð, eins og kommunistiski dreymurin í seksti árunum gjørdi tað.

Ein stig fyri stig yvirtøka harafturímóti gevur bæði Føroya fólki og føroysku politikarunum tíð og møguleika fyri at meta um avleiðingarnar í praksis, so hvørt sum vit taka yvir fullu ábyrgdina av teimum respektivu økjunum. Tá verður tað hópin greiðari hjá fólki at taka støðu, tí fylgirnar ? góðar ella minni góðar ? merkjast á egnum kroppi, og ikki sum nú við støði í teoretiseraðum loysingar lovsongi.

Fleiri av okkara kendu búskaparfrøðingum og íslendska kanningin siga samanfallandi, at ein loysing førir við sær munandi lægri livifót í Føroyum v.m. Sjálvt stjórin á Hagstovu Føroya segði í ?Dagur og Viku?, at neyðugt verður við stórum sparingum um føroyingar velja fullveldið.

Meiri ítøkiligt kundi verið spurt, um føroyingar fara at góðtaka, at livifóturin lækkar við 15 ? 20%, ella hvat fakfeløgini siga til tað? Facilitetir, sum vit í dag hava qua ríkisfelagsskapin , falla í stóran mun burtur við eini loysing, og harvið verða valmøguleikarnir hjá vanliga føroyinginum munandi skerdir. Okkara lítilleika gevur okkum heilt einfalt ikki fíggjarlaga førleika at bjóða vanliga føroyinginum somu vælferð uttan fyri ríkisfelagsskapin sum innanfyri.

Skulu vit trúgva oman fyri nevnda skotska professara, James Mitchell, so verður tað altso ikki tjóskaparkenslan, ið kemur at avgera hvørja leið Føroya fólk velir at ganga, men tann búskaparligi fyrimunurin, sum Føroyar hava í ríkisfelagskapinum við Danmark.

Heilsan


Tórshavn 17/10-2000

Regin Eikhólm

Tórshavn