Tað er ikki oftari enn so, at Páll fær røtur

Soleiðis er vanligt at taka til, tá ið ein fær okkurt forkunnugt. Tað fekk eg hendan dagin. Føroyskar røtur! Hvítarøturnar, rótakálið (Brassica rapa subsp. rapa) er tikið upp nú, og er í sesong, sum tey so flott siga aðrastaðni. Røturnar hjá okkum eru forkunnugar so tað forslær. Ikki kemur so nógv burturúr í nøgd longu vakstrartíðini á norðaru breiddarstigunum hjá okkum, men smakkurin í hesum rótum, ið spakuliga hava búnast gerst einastandandi, - himmalskur. Sera aromatiskur og samansettur, frískligur og skarpur sum piparrót og næstan søtligur eins og pera. Eg tori at pástanda, at vit í Føroyum eiga heimsins bestu hvítarøtur!

Havi tó varhugan av, at fólk ikki gera so nógv burturúr rótakáli longur. Kanska ov nógv stríð, - veit ikki. Minnist sjálvur aftur á rótakálgarðin, ið ommubeiggjarnir høvdu í Víkarbyrgi. Vit plagdu at kóka róta-súpan, bæði í ræstari súpan og eisini feska. Væl smakkaði!

Ikki havi eg smakkað føroyskar røtur á hvørjum ári og kanska smakki eg tær somu vælkendu, men í ár varnaðist eg hesar stóru ”kanón-kúlurnar” (sí mynd), ið eisini skuldi eitast at vera føroyskar røtur. Sjálvsagt gerst skurðurin væl størri við hesum slagi, men smakkurin kemur also ikki upp um hálvan skógv á teimum smærru. Stóra slagið hóskar væl at baka í ovnin ella til morl, men koyrir tú røturnar í eina saftmaskinu, ið skilir alt trevsuta turrevnið frá, og hin reinasta sevjan rennur frá, so kemur munurin serliga til sjóndar. Úr smærri hvítarótunum fært tú sera neyvt og reint smakkandi djús, ið hóskar sera væl sum ein ”snapsur” at leska sær við millum rættirnar í einari máltíð.

Rótakálgarðarnir fækkast í tali, men kortini finnast enn handlar, ið fáa til vega føroyskar hvítarøtur til keyps. FK í Hoyvík hevði ein lítlan platt við føroyskum rótum hendan dagin. Tað skula teir hava rós fyri. Forkunnugt og skilagott!

Nú er tað so nógv frammi, at vit skula hugsa meira um umhvørvið og hvussu vit liva og forbrúka. Vit skula keypa frískar dygdarvørur lokalt og spara sokallaði ”food-miles” (óneyðugan flutning) Tað sæst í alskyns høpum, er næstan vorðið mainstream og góðtikið av vanliga fólkinum sum heild í Vesturheiminum. Tað gongur ikki longur at skula flyta matvørur runt um alla klótina í framkomnum pakningi, soleiðis at vit eitt nú kunna keypa frísk jarðber alt árið. Heimamarknaðurin fyri lokalar vørur má víðkast. Vit eiga at gagnnýta okkara egna tilfeingi nógv betur. Tað minkar um innflutningin og økir tilvitanina um okkara føroyska tilfeingis-samleika (og ja, eg hugsi ikki bara um CO2-roknskapin). Røturnar hava uppiborið betri. Og í seinna enda kunna vit kanska útflyta nøkur hundrað kilo av heimsins bestu hvítarótum bara fyri at styrkja um tjóðar-brandingina, sum tað so flott eitur úti á Tinganesi í hesum døgum. Eg kenni ein mann sum eitur René Redzepi og stendur í køkinum á einari matstovu í Keypmannahavn, sum kallast Noma. Hann hevði keypt allar føroyskar hvítarøtur sum hann fekk fatur á. – Also tær smáu!

Arnold Schwarzenegger, guvernørur í Kalifornia, byrjaði eitt politiskt rák, at fjøldin skuldi hugsa meira um umhvørvið, nývaldi forsetin í USA, Barack Obama hevði umhvørvi og broyting í tilvitan sum ein stórur partur av valstríðnum. Og í vikuni frættist frá danska forsætisráðharranum, Anders Fogh Rasmussen, at alt danska samfelagið skal leggjast um eftir grønum burðardyggum leisti. Sjálvt fjølmiðla-valdsmikla Hollywood hevur tikið eitt rák til sín, ið verður mett at gerast næsti stóri lívs-stílurin og brúkara-segmentið á marknaðinum. Tað snýr seg umLOHAS (Lifestyles Of Health And Sustainibility), ið er ein ensk stytting fyri ‘lívsstílur, ið er eyðmerktur av heilsu og burðardygd’. Tað snýr seg um vanliga fornuft, at hugsa um heilsu fyri tí einstaka menniskjanum, heilsa fyri lokala samfelagnum, heilsa fyri lokalu náttúruni og at enda heilsa fyri klótu okkara. Øll mugu vit taka okkara tøk, - á burðardyggan hátt. Slíkir tankar hava verið frammi áður, men tað tykist sum at stundin fyrst er komin nú, at allur Vesturheimurin er til reiðar at ganga á odda at bjarga klótuni og okkum sjálvi.

Back to nature, so segði hann.