– Tað er ikki stuttligt at tvætla við rasismu

Út frá egnum upplivingum kann 20 ára gamla Malan Maitri Arnadóttir staðfesta, at rasisma nørist væl í Føroyum – serliga millum tilkomnar menn

20 ára gamla Malan Maitri Arnadóttir er ættleidd úr India og býr í dag á Strondum. Hóast hon altíð hevur havt tað sera gott í barndóminum og ikki merkti nakað til happing í skúlanum, so hevur hon seinni í vaksmannalívinum í Føroyum nakrar ferðir upplivað niðrandi viðmerkingar um sín húðarlit.

Tá Malan var 16 ára gomul arbeiddi hon í handli, og ein dagin kom ein kundi inn, sum hevði tørv á at koma við viðmerkingum til hana út frá hennara húðarliti.

– Ein maður við góðari kenning kemur inn í handilin og spyr, hvussu tað gongst við student. Eg svari pent, at tað gongur heilt fínt. “Ert tú sikkur? Eg meini so við... tú ert jú myrk í húðini”. Og soleiðis stóð hann í 10 minuttir og royndi at niðurgera alla mína skúlagongd, arbeiði og ætlan fyri víðari lesnaði orsakað av mínum húðarliti, fortelur Malan Maitri Arnadóttir.

Malan minnist eisini eina hending, tá hon var farin ein túr í býin sum 18 ára gomul. Tá rópti ein eldri maður “nigger” eftir henni.

– Tíbetur er tað ikki hent alt ov ofta, men av tí at eg var 18 ára gomul og var í býnum, so hevði eg ikki hug at byrja eitt rok við eldra mannin. So eg svølgdi bara klumpin í hálsinum og fór víðari. Men øðin sat í mær víðari, og eg hugsaði, hvat hann billaði sær inn, og hví eg læt tað bara fara, greiðir Malan frá.

Eitt annað dømi var fyri nøkrum vikum síðani, tá hon sat í kantinuni á einum flakavirki og prátaði við tvær føroyskar kvinnur.

– Ein eldri maður kemur yvir, hyggur at mær og sigur: “Noy hendan skilir einki av tí, sum tit siga. Alt útlendingar her, mann kann ikki snakka bara føroyskt longur”. Tá eg so svari honum “eg eri føroyingur”, verður hann illa við, fortelur Malan Maitri Arnadóttir.

– Sig frá at tað ikki er í ordan

Hetta eru bara nakrar av fleiri keðiligum upplivingum, sum Malan Maitri Arnadóttir hevur havt við rasismu í Føroyum. Sum oftast, tá hon upplivir slíkt, so eru fólk skjót at bagatellisera tað, so tær niðrandi útsøgnirnar verða umgjørdar til tvætl í staðin fyri rasismu.

– Eg havi hoyrt ymiskt gjøgnum árini, og reaktiónir frá øðrum til hesar lítlu viðmerkingar hava alt ov ofta verið "áh, hatta var ikki so pent sagt av honum, men ikki tak tað so tungt, hann tvætlaði nokk bara”. Av tí sama er hetta vorðin mín egni hugburður til slíkt, hóast eg slettist ikki haldi, tað er stuttligt, sigur Malan Maitri Arnadóttir.

Hon leggur dent á, at í flestu førum eru tað eldri tilkomin fólk, og ikki ung, ið eru komin við viðmerkingum.

– Hetta vísir, at tey ungu eru væl betur upplýst nú og ynskja at síggja eina broyting.

Malan heldur, at rasisma í gerandisdegnum bara kann steðgast við at siga frá.

– Um tú hoyrir fólk tosa niðrandi um útlendingar, so er at siga frá, at hatta er ikki í ordan, sigur Malan Maitri Arnadóttir.