Eg vil fyrst takka Sverra Steinhólm, presti fyri hansara rørandi talu. Eisini vil eg takka GHM, fyri sera góðan jóla tónleik, sum fløvaði.
Tað er ein stór frøi at vera her á leiðum, sum eftirhondini ikki er ókent fyri meg, serliga er tað hugnaligt og at vera tætt og síggja síggja hesa framúr flottu ”Hoyvíkar Kirkju”, sum eg haldi er eitt meistaraverk - og ein varði fyri økið her í Hoyvík, serliga nú meðan jólahøgtíðin er og kirkjan kemur til sín rætt.
Her undan jólum fyllast kirkjurnar við barnagarðs- og skúlabørnum, saman við teimum vaksnu, har tey hoyra gleðiboðskapin um lítla dreingin, ið varð føddur í Betlehem. Tað er eisini sera hugnaligt – at vera í kirkjunum og syngja ‘Gleðilig jól’, ‘ Føgur er foldin’ ella onkran av kendu jólasálminum
Nú adventin er byrjað og 2. sunnudagur í advent er í dag og hava tí fleiri av okkum tendrað annað ljósið í atventkransinum heima við hús. Ljósini í atventkransinum skína bjørt í stovuni og hugna og fjálga um innandura, nú vit eru í myrkastu tíð á árinum.
Um góðar tvær vikur er stytsti dagur, og tá fer aftur at ganga móti ljósari tíðum, sum tey flestu av okkum gleða okkum til. Tað er júst tað sum jólini eisini snúgva seg um – tað er ljósið, ið lýsnar, hetta ber adventskransurin eisini boð um.
Tað er hugnaligt at síggja, tykkum øll, stór sum smá, nú jólatræið verður tendrað her í Hoyvík. Hetta jólatræ kemur at standa sum ein lýsandi varði og heilt fram til trettan dagar eftir jólaaftan. Um eina løtu fara vit at tendra jólatræið, sum alla adventina ber okkum boð um komandi høgtíðina sum vit øll gleða okkum til.
At hava jólatræ er gomul týsk siðvenja frá umleið ár 1500. At hava jólatræ er eisini gomul, ikki kristin siðvenja.
Fyri yvir hundrað árum síðani var í onkrum húsi í Føroyum jólatræ, hóast tað ikki var vanligt tá í tíðini við jólatrøum, so í staðin gjørdu summi sær sítt egna træ av greinum og lyngi. Eftir seinna veraldarbardaga var tað so við og við meira enn vanligt at hvørt húsarhald í Føroyum hevði jólatræ.
Við sínum serligu eginleikum og hevur jólatræið í øllum føroyskum heimum, bý og bygdum fingið sítt heiðurspláss í jólatíðini, har tað eisini hevur fingið tað loyndarfullu uppgávu at breiða favn sín yvir tær spennandi jólagávur, sum umboða kærleikan og umsorgan, sum vit hava fyri hvørjum øðrum og serliga yvir fyri børnunum.
Tað er eisini hugnaligt at síggja øll hesi jólatrø, sum næstan eru í hvørjum býlingi runt um her í Hoyvík og alla kommuna við. Tað fløvar at síggja og stór og smá hugna sær og tað sigur okkum frá at nú er jólatíð og tað verður eisini stákast í hvørjum heimið heilt fram til jólaaftan.
Vit brúka veturgrønt granntræ sum jólatræ og tað minnir okkum á tað æviga lívið. Stjørnan á trænum minnir okkum á stjørnuna sum vísti Vísmonnunum á veg til fjósið, har Jesus var føddur. Ljósið er tað týdningarmesta á trænum, tí Jesus segði at eg eri ljós heimsins.
Henda løtan er eisini ein staðfesting av, at nú er veturin komin við kulda og kava og at jólini nærkast í hvørjum. Hetta mugu vit eisini staðfesta tí nú er kalt og kavi og sera jólaligt og fáir dagar eru til jólaaftan. Hetta mugu vit eisini staðfesta í dag, tí nú er sera kalt og kavin og ger eisini hesa løtuna í Hoyvík sera jólaliga. Hvør sín árstíð hevur eisini sínar serstøku løtur, sum vit ár eftir ár fegnast um.
At tendra jólatræið skapar hjá okkum heitar kenslur og góð minnir. Ja, minnini og kenslurnar koma fram fyri okkum um hesa jólahøgtíð. Serliga barna minnini, har vit minnist aftur á okkara hugnaløtur, og vit minnast okkara kæru og vit minnist bara aftur á góðar og hugnaligar løtur sum jólahøgtíðin ber boð um og summi av okkum serliga børnini ynskja kanska at tað er jól alt árið runt.
Tíðirnar eru nógv broyttar síðan vit vóru børn og fjarstøðan er eisini vorðin minni i millum okkum í dag enn fyrr, hóast tann sosiali parturin okkara millum, var kanska størri fyrr í tíðini enn í dag.
Men jólatíðin og jólahugnin er við til at samsjóða okkum við nærleika og kærleika, saman við okkara kæru.
Allar hesar jólagávur og eisini jólahugnin, setir eisini stór krøv til okkum, serliga eru krøvini til foreldrini stór, tí tey skulu gjalda gildið og við keypa jólagávur til síni børn og til sínu kæru.
Tað er altíð kærkomið at fáa gávur, men størsti gleðin er ” at geva eina gávu” . Men tað mest neyðuga við jólahøgtíðini, er nærleikin og kærleikan til lívið og til hvønn annan , hetta er eisini tað sum jólini bera boð um.
Ein í eisini hoyrir jólini til er jólamaðurin og so góðu børn, hann kemur her at vitja um ein løtu, hann hevur boða frá at hann er yviri í kirkju kjallaranum í Hoyvíkar kirkju.
At enda vil eg ynskja tykkum øllum, sum eru komin til hesa jólaløtuna í Hoyvík?. Ja, kanska er tað jól árið runt, sum børnini ynskja og summi teirra eisini halda.
Eini Gleðilig jól til tykkum øll.
Takk fyri.