Fyrr í summar vann EB/Streymur 3-0 í landskappingardysti ímóti ÍF. Men hesi hagtølini nytta einki at dúva uppá, tá ið EB/Streymur og ÍF í kvøld fara at standa andlit til andlit í steypafinaluni í Klaksvík.
Tað heldur venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham:
- Alt er púra opið. Vit vita allir, at um hetta skal eydnast, so skulu vit allir sum eitt lið vísa alt tað, sum vit eru mentir. Gera vit ikki tað, so verður tað torført at vinna steypafinaluna, staðfestir Heðin Askham.
EB/Streymur hevur vant í Klaksvík eina ferð í hesi vikuni. Annars hava teir í Sundalagnum vant í Streymnesi, og áhugin hevur verið stórur:
- Tað er sera hugaligt at kenna, hvussu stórur áhugin er millum viðhaldsfólkini. At tey taka so nógv á við okkum hevur stóran týdning, og tað kann verða avgerandi, um tað eina løtu fer at kennast eitt sindur strevið inni á vøllinum, sigur Heðin Askham.
Allir spælararnir hjá EB/Streymi eru tøkir, og eftir taktikkfundin í felagshúsinum í Streymnesi eru teir nú á veg til Klaksvíkar.