Eitt tað fyrsta Armgarð Arge sigur, tá vit sessast í hennara skrivstovu er, at hon ikki finnur allar søgurnar til sendingina sjálv. Áheitanir koma eisini frá fólki, sum hon so kannar. Síðani setur hon seg í samband við fólk fyri at vita, um tey hava hug at siga teirra søgu.
? Fólk mugu ikki halda, at eg kenni øll hesi fólkini, sum eg havi tosað við. Nei, tað er mangan, at fólk venda sær til mín og gera vart við, at tann og tann hevur eina áhugaverda søgu at siga frá, greiðir hon frá.
Ein sending, sum gav serliga nógv respons, var sendingin, har Martin Joensen var í studio og greiddi frá.
Armgarð sigur, at tað var ótrúligt, sum hon fekk nógv aftursvar alla møguliga staðni frá. Og alt var positivt. Um hvussu gott tað var at hoyra eina slíka søgu. Hetta heldur hon kann ikki vera annað enn tekin um, at fólk onkursvegna kenna seg aftur í sendingunum.
Eisini sendingdin herfyri, har Armgarð tosaði við eina unga gentu í Eysturoynni, sum hevði liðið undir etingarólagi gav nógv respons.
Summi hava hug at finnast at sendingini fyri at vera ov trist. Hesar atfinningar kveistrar Armgarð til viks og spyr, hvussu tað kann vera trist at hoyra søguna um, hvussu menniskju, sum hava verið fyri skakandi hendingum, hava lært seg at liva víðari.
? Tað er bæði lívsjáttandi og læruríkt, sigur Armgarð Arge.
Danskt hugskot
Sendingin Tilvera hevur nú mong ár á baki. Tað byrjaði í nítiárunum. Tá gjørdi Armgarð sendingar sum Víða Um, Bókmentatátturin og aðrar. Hon fekk hugskotið til Tilveru úr Danmarks Radio. Ein sending gekk, sum æt Eksistens, har ein persónur sat í einum stóli og greiddi frá sínari søgu.
Hetta fangaði Armgarð, og hon helt hetta virka vanvittiga spennandi, sum hon sjálv tekur til.
Hon legði hugskotið fram í Útvarpinum og ikki so langa tíð aftaná, var tann fyrsta sendingin í luftini.
Síðani tað er tað vorðið til nógvar sendingar við nógvum hjartanemandi søgum um viðkvom evni líka frá etingarólagi til siðamisbrot frá kristnum etiskum spurningum til spurningin um meira er millum himmal og jørð.
Armgarð sigur, at tá tú fært fólk at koma í eitt studio at siga sína lívssøgu, er tað av ovurstórum týdningi, at tú hevur virðing fyri hesum menniskjanum.
Positiv fólk
Armgarð sigur, at tað sera spennandi at hitta fólk og hoyra tey greiða frá teirra søgum, men hon leggur dent á, at tað skal vera onkur, sum veruliga hevur upplivað nakað, er komin yvir tað og vil tosa um tað.
? Eg havi altíð hildið, at fólk, sum eru fødd á lívsins sólsíðu, sum hava livað væl og lukkuligt alt teirra lív og ikki hava merkt nakað stórvegis til lívsins skuggasíðu, eru óáhugaverd. Tað skal vera onkur, sum veruliga hevur fingið roynt seg og er komin burtur úr tí aftur, sigur Armgarð.
Hon hevur ongantíð havt trupulleikar við at fingið fólk at traðka fram við teirra søgum. Ongin hevur nakrantíð sagt nei. Tey flestu siga heldur, at um tey við at siga frá teirra søgu, kunnu vera við til at hjálpa øðrum, so vilja tey fegin gera tað.
Hesum hevur Armgarð stóra virðing fyri.
- Tað er givið, at tú fært heilt aðrar kenslur fyri menniskjum, sum lata fullkomuliga upp fyri tær og siga tær sína søgu, staðfestir hon.
Sum oftast, tá fólk hava verið í Tilveru og tosað um serliga viðkvom evni. Til dømis incest ella misbrúk av ymsum slagi, vilja fólkini vera dulnevnd. Hetta sær Armgarð als ikki sum ein trupulleika, tí tað týdningarmesta er, at søgan verður søgd ? ikki hvør persónurin er.
Armgarð dylir ikki fyri, at tað mangan er torført at vita, hvat ein kann loyva sær at spyrja um. Hvussu langt hon kann fara. Men tað kemur næstan altíð fyri, at tey, hon tosar við, siga, at hon bara skal spyrja.
Tað er ofta, at tey somu evnini ganga aftur.
? Tað er onki nýtt undir sólini. Trupulleikarnir eru teir somu, men tað eru søgurnar um, hvussu teir verða loystir, sum eru so áhugaverdar, tí ongin er líka, sigur Armgarð Arge, sum best minnist tær sendingarnar, hon hevur gjørt um incest, nær deyðanum upplivingar og tá fólk siga frá, tá tað himmalska hevur nomið við tað jarðiska.
Tungt til tíðir
Hóast Tilvera nú hevur eini tíggju ár á baki, so hevur Armgarð ikki torført við at finna menniskju ella evni til sína sending.
? Sjálvandi er tað tungt onkuntíð. So er bara onki evni til eina sending, men so má eg út at finna eitt. Tá kann tað vera tungt, men sum heild er tað altíð spennandi at gera sendingina, tí tú tosar jú við menniskju um teirra lív og lívssøgu, sigur Armgarð, sum tó upplivir eitt ávíst trýst, tá onki tilfar er niðurfyri.
Sendingin skal jú í luftina eina ferð um vikuna. Hvør hóskvøld klokkan sjey, so hon má og skal hava tilfar klárt.
? Beint nú geri eg sendingina frá viku til viku, men viðhvørt havi eg eisini nógv tilfar niðurfyri. Tað er munur á, hvat er meira streingjandi, sigur hon.
Onki alternativ
Øll hesi árini sendingin hevur verið, hevur Armgarð onkuntíð hugsað, at nú er nokk. At hon tekur hesa vetrarskránna afturat, og so gevst hon. Men tað er ikki so lætt, sigur hon. Tí hvat er alternativið, spyr Armgarð og eftirlýsir samstundis kjak um etiskar spurningar sum ísáðing, gøgnflyting og aktiva deyðshjálp. Slík kjak heldur hon hava ein tendens til bara at fara framvið í Føroyum.
Tilvera er ein sending, har søgur verða sagdar. Lagnusøgur, sólskinssøgur, sorgarleikir og hvat tað skal vera. Um hon brádliga ikki var meira, høvdu fólk óivað saknað hana øgiliga nógv.
Hvussu framtíðin hjá Armgarð sjálvari sær út, veit hon heldur ikki, men hon leggur dent á, at ÚF er eitt avbera gott arbeiðspláss við sera góðum starvsfeløgum. Hon hevur arbeitt í har, síðan í 1989, eitt ár eftir at hon var liðug at lesa til gudfrøðing.
Hon var undir útbúgving saman við fleiri av okkara prestum í dag. Til dømis Jógvan Fríðriksson, Uni Næss, Ólavur Rasmussen, Inga Poulsen Dam og Heri Joensen.
? Sum støðan í landinum er í dag, so hevði ongin kvinna verið sett í starv sum prestur í nakrari føroyskar fólkakirkju, svarar Armgarð Arge við einum skeivum smíli, tá hon verður spurd, um hon kundi hugsað sær at farið í starv sum prestur, nú hon hevur verið meira enn 15 ár í fjølmiðlaheiminum.
? Jú, kanska sjúkrahúsprestur ella okkurt líknandi?. Livst so spyrst, leggur hon so afturat.