LUTAKAST TIL HM UNDANKAPPING
Klokkan fimm seinnapartin í dag verður lutur kastaður um, hvussu tær 51 europeisku fótbóltstjóðirnar skulu flokkast, tá ið tær næsta heyst og í 2005 fara at telvast um tey trettan plássini, sum UEFA limalondini eiga í HM endaspælinum, sum á sumri í 2006 verður í Týsklandi. Vertirnir eru sjálvskrivaðir luttakarar, og tí verður tað ikki hesa ferð møguleiki hjá Føroyum at enda í bólki saman við týskarunum, sum í júst loknu EM undankappingini vóru orsøk til, at FSF fekk eyka inntøku uppá átta milliónir krónur. Tað var í hvussu so er metingin hjá Fótbóltssambandinum.
UEFA londini skulu flokkast í átta bólkar. Í fimm bólkum verður luttakaratalið seks, og í trimum bólkum verður luttøkutalið átta.
Undan lutakastinum eru tær 51 tjóðirnar styrkismettar út frá, hvussu tær hava staðið seg í síðstu EM og HM undankappingunum. Styrkismetingin framgongur aðrastaðni her á síðuni.
Tað skal annars viðmerkjast, at mannagongdirnar í ár eru broyttar nakað. Ætlanin er nevnliga, at tey fýra sterkastu londini ikki skulu í bólk við sjey londum. Helst er hetta gjørt eftir trýsti frá stóru tjóðunum, sum vilja sleppa undan ov nógvum »løttum« dystum, men tað er einki at ivast í, at tað er smeitur fyri minni liðini. Ikki minst fyri tey trý lægst mettu á styrkislistanum.
Men eisini fyri Føroyar ger hetta ein veldugan mun. Ein bólkur við sjey londum merkir nevnliga eyka útreiðslur, og hesar eykaútreiðslur koma soleiðis, uttan at møguligar eyka inntøkur frá teimum heilt stóru londunum eru við í pottinum. Londini, sum sleppa undan teimum trimum veikastu eru Frakland, Italia, Ongland og Spania.
Dreymurin
Eingin ivi er um, at tað bæði ítróttarliga og fíggjarliga hevði verið framúr lutakast, um Føroyar høvdu fingið eina av stóru vestureuropeisku fótbóltstjóðunum í sín bólk ? bæði úr fyrsta og øðrum raði. Um lutakastið fellur so væl, sum tað kann bara er loyvt at droyma um, so verður mótstøðuliðið í bólki eitt England og úr bólki tvey Holland. Hetta hevði havt við sær, at stóru stjørnurnar, sum fleiri ferðir um vikuna umboða stórfeløg í Englandi, Hollandi og Spania, høvdu spælt í Føroyum. Tað hevði havt sera stórar inntøkur fyri sjónvarpsrættindini, og tað hevði uttan iva havt við sær, at tað høvdu verið rættuliga nógvir áskoðarar til hesar dystirnar.
Umframt England og Holland hevði tað neyvan bilað nakað, um luturin í staðin fall á Frakland ella Italia úr ovasta raðnum, og at landið úr næstovasta raðnum varð Danmark.
Føroyar og Skotland hava verið í bólki saman í trimum undankappingum, og úr triðja raðnum hesa ferð man Skotland vera besta boðið. Úr fjórða raðnum eru fleiri norðurlendskir møguleikar, og tað hevði einki gjørt, um Ísland enn eina ferð kom í bólk saman við Føroyum.
Úr fimta raðnum man Kypros, sum Føroyar í 1992 og í 1993 taptu ímóti ávikavíst á heimavølli og útivølli, vera besta boðið. Fyri Føroyar hevði tað komið væl við at komið í ein av stóru bólkunum. Gamli venjarin hjá Føroyum, Allan Simonsen, er framvegis venjari hjá Luksemborg, og tað hevði einki gjørt, um høvi varð aftur at stríðast við Luksemborg. Føroyar vunnu báðar undankappingardystirnar ímóti teimum í 2001.
Var talan um slíkar broytingar í UEFA-høpi, so er einki at ivast í, at smæstu londini høvdu fingið eina fíggjarliga kompensatión fyri hetta sosialt skeiva býtið. Men tað verður so neyvan talan um her. HM-kappingin er í FIFA-høpi, og altjóða fótbóltssamgongan er als ikki eins múgvandi og tann europeiska.
Marran
Ítróttarliga, fíggjarliga og umsitingarliga er talan um stóran mun millum dreyma mótstøðuliðini, sum eru nevnd omanfyri, og so møguleikan, sum spøkir fyri fátøkum eystureuropeiskum fótbóltstjóðum, sum á landsliðunum hava spælarar, ið ikki eru so kendir á okkara leiðum, og sum tað málsliga og á annan fyrisitingarligan hátt er hópin torførari at samskifta við, enn tað er við grannatjóðirnar og aðrar vestureuropeiskar tjóðir.
Marran úr fyrsta raðnum er Kekkia, sum Føroyar tríggjar ferðir áður hava verið í undankappingarbólki saman við. Hóast Turkaland telist millum tær frægu fótbóltstjóðirnar ? menningin hevur verið framúr síðani teir í 1991 spældu 1?1 ímóti Føroyum í Gundadali ? so fer tað at kennast sum ikki sørt vónbrot at koma í bólk saman við teimum. Umstøðurnar í Turkalandi eru ikki serliga støðugar, og hóast talan er um fólkaríkt land, so er talan ikki um serliga fíggjarliga styrki. Portugal er ein møguleiki, men tá hevði tað verið frægari fyri fyrstu ferð nakrantíð at komið í bólk við Svøríki.
Úr næstovasta raðnum verður tað sera torført at sigla rundanum eystureuropeisku skerðini: Kroatia, Pólland, Slovenia og Russland, og í triðja raðnum eru so at siga gráu og ytru møguleikarnir eins nógvir og teir litríku og nærru. Her verður hugsað um Rumenia, Bulgaria, Slovakia og Serbia/Montenegro. Í fjórða raðnum er møguleiki at renna seg í Ukreina, Letland og Bosnia/Montenegro og í fimta raðnum ber tað næstan ikki til at sleppa undan Eystureuropa: Georgia, Ungarn, Hvítarussland, Estland, Litava og Makedonia.
Føroyar eru í sama raði sum Aserbadjan, Moldova, Armenia og Albania, so teimum slepst undan.
Føroysk umboð
Lutakastið verður klokkan fimm seinnapartin í dag. Tað fer ivaleyst at bera til at fylgja við á fleiri sjónvarpsrásum. Umboð fyri FSF vera á staðnum. Tað plagar at vera soleiðis, at umboð fyri tjóðirnar, sum verða flokkaðar í bólk saman, heilsa upp á hvønn annan og gera av, nær og hvar fundurin skal vera, har greiða skal fáast á skránna fyri undankappingina.
Um tað ger at ganga, sum føroyingar fegnir vilja og droyma um, so fer okkara bólkur at síggja soleiðis út: England, Holland, Skotland, Ísland, Kypros, Føroyar og Luksemborg. Um talan verður um sannan marrubólk, so fer hann at síggja soleiðis út: Kekkia, Kroatia, Bulgaria, Ukreina, Georgia og Føroyar.
Tað kann ikki sigast annað, enn at tað er stórur munur á dreyminum og marruni!