Týdningarmiklastu ráðharrarnir í nýggju bretsku stjórnini eru allir menn, og bara fýra kvinnur teljast millum tey 28, sum manna stjórnina. Konservativi formaðurin í Bretlandi, David Cameron, hevur fyrrapartin verið í miðdeplinum saman við Nick Clegg, formanni í liberala flokkinum. Í Downing street 10 hava nýggi forsætismálaráðharrin og varaforsætismálaráðharrin innrættað seg, og nýggja stjórnin hevur hildið sín fyrsta fund.
28 ráðharrar eru í nýggju stjórnini, og tað er langt millum konufólkini. Í nýggju sjórnini sita fýra konufólk, sum øll umboða konservativa flokkin. Kvinnan í tyngsta ráðharrasessinum er Theresa May, sum er innanríkismálaráðharri og ráðharri fyri kvinnum og javnstøðu. 53 ára gamla Theresa May hevur sitið á tingi síðani í 1997.
Kvinnuumboðanin í Undirhúsinum er ikki serliga stór, men hon kvinkaði eitt sindur uppeftir á valinum, sum var fyri einari viku síðani. Undan valinum vóru 19,5 prosent av tinglimunum kvinnur. Nú eru 21,5 prosent av tinglimunum kvinnur.
Nøvnini, sum nú munnu fara at verða tey mest umrøddu í bretskum politikki, eru David Cameron forsætismálaráðharri, Nick Clegg, varaforsætismálaráðharri, William Hague, uttanríkisráðharri, George Osborne, fíggjarmálaráðharri, og Kenneth Clark, løgmálaráðharri. Allir uttan Nick Clegg eru teir úr konservativa flokkinum.