– Tað er munur á einum leguhúsi og einum festivali

– Tá rúsdrekka kemur inn, so fer vitið út, og tá gongur nógv fyri seg, sum slett ikki gongur fyri seg í einum leguhúsi, sigur Jenis av Rana, mentamálaráðharri

Tað eigur at kunna lata seg gera at skipa virksemi í leguhúsunum Zarepta og Nesvík á ein nøktandi og gevandi hátt, so børn og ung kunnu sleppa hagar í summar. Tað segði Jenis av Rana, mentamálaráharri, á tíðindafundinum fyrrapartin.

Men samstundis so eiga allir festivalar í juli og august at verða avlýstir. Longu nú hevur G! festivalurin boðað frá, at avgerð er tikin um at avlýsa festivalin, meðan Voxbotn verður útsett til september.

Tað hevur skapt nógv kjak á sosialu miðlunum, at børn og ung kunnu savnast á leguhúsum uttan trupulleika, meðan mann ikki skal sleppa á festival. Jenis av Rana skilir ikki kritikkin, og hann sigur soleiðis við in.fo:

– Tey, sum eru á legum, eru fyri tað mesta børn, tannáringar og hjálparfólk. Mann veit, at tey eru sjáldan sjúk og bera næstan ikki smittuna við sær. Harumframt er tað hvør sín aktivitetur, sum er í einum leguhúsi og á einum festivali, sigur Jenis av Rana og greiðir nærri frá:

– Á einum festivali er høvuðsaktiviteturin um náttina, og har kann bæði rúsdrekka og rúsevni vera innblandað. Tá rúsdrekka kemur inn, so fer vitið út, og tá gongur nógv fyri seg, sum slett ikki gongur fyri seg í einum leguhúsi. Í leguhúsum eru tað børn, sum koma saman um dagin, og so sova tey um náttina. Aktiviteturin á einum festivali er baseraður uppá nakað heilt annað. Tá er ringt at kontrollera, sigur Jenis av Rana.

Landsstýrið arbeiðir annars eisini við at útvega sær lógarheimild til at steingja skeinkistøð og dansistøð við lóg eftir eina ávísa klokkutíð um kvøldið. Argumentið fyri at avmarka virksemið er, at tað er ringt at hava skil á smittuketuni, um smitta skal spjaðast í náttarlívinum. Sama argument er galdandi fyri festivalarnar.