– Tað er neyðugt at betra parkeringsmøguleikarnar við Krígssavnið

Á Krígssavninum, sum er í SOR-bygninginum við Flogvøllin, hevur verið arbeitt støðugt við at seta ein part av bygninginum í upprunastand, har framsýningin er sett upp

Síðan 20. juni hevur Krígssavnið verið opið í vikuskiftunum, men, nú korona aftur varð staðfest í landinum, hevur ikki verið opið. 

– Av tí at byggiætlanin hjá Krígssavninum umfatar nýggja barakk, sum verður bygd, vestureftir, uppí verandi bygning, er neyðugt at betra parkeringsmøguleikarnar, sigur Krígssavnið.

Í tíðindaskrivi frá Krígssavninum verður eisini sagt soleiðis:

– Størri uttanum øki er avgjørt neyðugt, tá ið t.d. hugsað verður um stóru bussarnar, sum koma við bólkum, ið skulu inn á savnið; teir skulu venda og parkera, kanska tveir ella tríggir samstandis. Somuleiðis leggur Krígssavnið stóran dent á, at tey vitjandi ikki skulu hava trupuleikar, at seta bilin frá sær.

Krígssavnið hevur tí ognað sær lendi, 1576 fermetrar vestureftir, at brúka til parkering.

Ein avtala er nú gjørd millum Krígssavnið og byggifyritøkuna P/F J. & K. Petersen, at fyrireika økið til parkeringspláss.

J. & K. Petersen fer undir arbeiðið um eina viku. Avtalað er, at lendisarbeiðið verður avhendað síðst í oktober, komandi.

J. & K. Petersen hevur umleið 190 fólk í starvi, harav umleið 25 eru úr Vágum.