Tað er neyðugt at vit hugsa meiri um hvat vit gera

? Hetta er eitt ómetaliga spennandi arbeiði. Men tíðin á Almannastovuni hevur eisini lært meg, hvussu ómetaliga neyðugt hetta arbeiðið er, sigur Bergur Berg, nýggjasti maðurin á fullveldisskútuni hjá Høgna Hoydal

? Tað er alneyðugt, at vit fáa greiðari reglar í viðurskiftinum ímillum Føroyar og Danmark.

? Hetta er neyðugt tí vit føroyingar noyðast at hugsa okkum betri um, hvat vit gera, enn vit eru vanir.

Bergur Berg er nýggjasti maðurin á fullveldisskútuni hjá Høgna Hoydal.

Týsdagin byrjaði hann í starvinum sum fulltrúði í fullveldismálum í Tinganesi.

Hann kemur sostatt at vera ein av næstu monnum hjá Høgna Hoydal landsstýrismanni í fullveldismálum, nú framtíð Føroya sum sjálvstøðugt land skal leggjast til rættis.

Starvið er tíðaravmarkað, men tað er ikki ásett, hvussu leingi tað verður.

? Men fyribils metingin er at hetta starvið verður til í eini tvey ár.

Bergur Berg hevur prógv í statsvísindi av lærda háskúlanum í Århus.

Síðani hevur hann arbeitt á Almannastovuni, har hann fyrst var deildarleiðari og tey seinastu árini, deildarstjóri.


Ivaðist ikki

Bergur Berg sigur, at hann var ikki í iva um, at hann átti at søkja, táið hann sá lýsingina í bløðnum eftir fulltrúa á fullveldismálum.

? Eg haldi, at hetta er eitt ótrúliga spennandi arbeiðið. Men tað er somuleiðis øgiliga viðkomandi.

? Tað haldi eg, tí eftir míni meting er tað alneyðugt, at vit fáa greiðari reglar í viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark.

Hann sigur, at ikki minst hevur tíðin á Almannastovuni lært seg, hvussu stórur vansi tað er, at ábyrgdarøkini millum Føroyar og Danmark eru so ógreið, sum tey i veruleikanum eru, og at ábyrgdin fyri mongum førum liggur í báðum londunum.

?Avleiðingin av tí er, at tað eru so mong øki, sum hvørgin parturin følir seg hava veruligu ábyrgdina av.

?Tað var so týðligt í mongum viðurskiftum. T.d. blivu lógir endurskoðar, har danir hildu, at føroyingar løgdu síðstu hond á tær, men føroyingar hildu, at danir gjørdu tað. ? Avleiðingin var javnan, at tað vórðu lógir settar í verk, sum hevði álvarslig brek, m.a. við tað, at partar í henni snøgt sagt manglaðu.

Hann sigur, at tað tí er neyðugt at tað verður skorið út í papp, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum, so at føroyingar verða meiri medvitandi um, hvat teir gera.

Hann nevnir t.d., at tá ið Almannastoovan var yvirtikin í 1975, var listin yvir innbúgvið tað skjalið, sum var drúgvast.

?Eg haldi, at hetta er eitt talandi dømi. Bara hetta lítla dømi vísir, hvussu lítið føroyskir myndugleikar hugsaðu um, hvat teir í veruleikanum gjørdu.

? Hetta vísir, at teir hugsaðu ikki nakað serligt um innihaldið í Almannastovuni, tá ið teir yvirtóku hana.

? Men tað ber í veruleikanum heldur ikki til at lasta føroyskar myndugleikar fyri tað, tí ábyrgdin lá í báðum londunum, bæði í Føroyum og í Danmark og tað var so ógreitt, hvør ið hevði ábyrgdina av hvørjum, sigur Bergur Berg.


Ein einastandandi møguleiki

Men tá ið tú søkti hetta starvið, var tað so eisini, tí tú vildi vera við til at mynda hetta heilt avgerðandi tíðarskeiðið í Føroya søgu?

?Nei, eg helt meiri tað, at hetta var ein avbera spennandi faklig avbjóðing. ?Bara tað at vera við at gjøgnumganga og lýsa allan tann føroyska yvirbygnaðin og at lýsa viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark út í æsir, og sostatt at skapa grundarlagið undir teirri støðutakanini til framtíðarstøðu Føroya er ein einastandandi fakligur møguleiki, sum ongin hevur fingið fyrr.


Óvist hvar vit enda

Nú er tað ongin loyna, at tú hevur verið virkin limur í javnaðarflokkinum. Tað er heldur ongin loyna, at javnaðarflokkurin er ikki samdur við Landsstýrið í fullveldisætlanini. Men tá ið tú ert farin uppí hetta arbeiðið, er tað so tí at tú av fullum huga tekur undir við hesum ætlanum?

? Tað er rætt, at eg havi verið virkin í javnðarflokkinum.

? Men tað var rættiliga skjótt eftir at eg var blivin deildarstjóri á Almannastovuna, at eg bleiv greiður yvir, at tað bar ikki til at vera ov virkin politiskt og samstundis sita í einum slíkum starvi, sama hvønn flokk, talan var um

? Eg helt ikki, at eg kundi vera flokspolitiskt virkin í einum slíkum arbeiði, tí eg skuldi jú samstarva loyalt við skiftandi landsstýri.

?Í veruleikanum missir tí trúvirðið í báðum støðum, so tað politiska arbeiðið havi eg ikki gjørt nógv við seinastu árini.

?Sjálvandi havi eg mína politsku sannføring.

?Men sum sagt haldi eg, at spurningurin um fullveldi er ein ómetaliga viðkomandi spurningur viðgerða. ? Og eg havi ongantíð havt nakra hugsjónarliga støðu støðu til hetta málið. ? Og hvør mín støða verður til hetta á tí eina degi, veit eg ikki.

? Eg veit bara, at vit hava brúk fyri grundleggjandi broytingum.

? Men eg eri líka søkjandi og leitandi eftir svarinum, sum føroyingar flestir eru tað.

? So eg fari undir arbeiði av fullum huga, sigur Bergur Berg.