– Tað er ov bíligt at geva valskipani skyldina fyri ruðuleikan
Tað heldur Rógvi Nybo, stjórnmálafrøðingur.
Tað gongur illa hjá flokkunum í samgonguni at ganga í takt, og eitt gott dømi um tað er støðan í Javnaðarflokkinum, at fleiri løgtingslimir ikki fáast at taka undir við eini nýggjari fiskivinnuskipan. Og tað eru tey, sum kalla tað, ið fer fram, fyri ein ruðuleika.
Les meiri her: Tí er tað ruðuleiki í samgonguni
Fleiri núverandi, og fyrrerandi politikarar, og onnur við, vilja vera við, at hetta er eitt arbeiðslag, sum kom tók seg upp, tá ið Føroyar vórðu skipaðar í eitt valdømi, tí tá hevði tað lívið um at gera hjá hvørjum einstøkum politikarum at gera vart við seg.
Men Rógvi Nybo heldur, at tað er ov bíligt at geva valskipanini skyldina.
– Eg haldi ikki, at tað hevur nakað við tað at gera, at Føroyar vórðu skpaðar í eitt valdømi, heldur hann. Tvørturímótu heldur hann, at orsøkin er ein heilt onnur. Hann heldur stutt og greitt, at talan er meiri um, at ein mentan, sum hevur tikið seg upp, har politikarar fyrst og fremst hugsa um seg sjálvan.
Kanska tað sprettur eitt sindur úr valskipanini, men eg haldi, at høvusorsøkin er, at vit hava nógvar sosialar miðlar, har tað alla tíðina snýr seg um at gera vart við seg.
Valskipanin fær skyldina fyri alt ilt í føroyskum politikki, men støðan er í roynd og veru ikki annað enn ein avleiðing av, at politikarar ikki gera sítt arbeiði og vísa ábyrgd við at gera semjur. Og tess meiri vit nærkast løgtingsvalið, tess verri verður tað, heldur hann