Tað er púra vist

   

Tað er púra vist, at tað er ósatt, at formaðurin í Føroya Blaðmannafelag sigur ósatt.
Aðra almenna viðmerking havi eg ikki til formannin í Tjóðveldisflokkinum, Høgna Hoydal, sum heldur, at formaðurin í Føroya Blaðmannafelag sigur ósatt.
Tað er ikki uppgávan hjá Føroya Blaðmannafelag at leggja seg út í blaðkjak við nakran, og tað verður heldur ikki gjørt.
Føroya Blaðmannafelag fer tó altíð at verja rætt limanna til arbeiðis.