Skattalættin
? Okkara skattaskipan er ikki nóg góð og tað er avgjørt neyðugt at seta marginalskattin niður, soleiðis sum samgongan ætlar.
Tað heldur Jan Mortensen í Vinnuhúsinum.
Hann heldur, at tað er neyðugt fyri at eggja fólki til at taka eitt tørn eyka, tá ið brúk er fyri tí.
? Í løtuni betala sjálvt arbeiðsfólk toppskatt av teimum seinastu krónunum, tey forvinna og tað tekur hugin frá teimum at arbeiða eyka. Tí er tað rætt at broyta tað.
Jan Mortensen sigur, at tá ið skattamarkið verður flutt, verða tað tær hægru inntøkurnar, sum fáa størsta skattalættan.
Kortini heldur hann, tað ber altíð til at tosa um, antin botnfrádrátturin eisini skuldi verðið hækkaður.
? Tí skilir hann avgjørt teir fakfelagsleiðarar, sum fýlast á skattalættan.
? Men tað hjálpir ikki at altíð at ganga út frá lægsta felagsnevnara og hetta er ein skattalætti, sum allar vanligar inntøkur fáa gagn av.
Jan Mortensen sigur tað tað ber ikki til at geva teimum fyrimun, sum ikki arbeiða fulla tíð. Og tey, sum arbeiða fulla tíð, fáa fyrimun av skattalættanum, hóast tey fáa minstuløn. Men tað eru eisini nógv, sum fáa meiri enn minstuløn.
Og eg dugi ikki at síggja, at tað gagnar samfelagnum, um skattaskipanin er so, at tað skal loysa seg betri at arbeiða niðursetta tíð.
Nú eru tað nógva staðni, á fiskavirkjum og aðrastaðni, har tað ikki er arbeiðifulla tíð.
? Ja, men tað er so ein uppgáva hjá virkjunum at tryggja arbeiðsfólkið fulla tíð, sigur Jan Mortensen. ? Og veruleikin er, at virki, sum ikki kunnu tryggja fólki fulla tíð, hava trupult við at fáa fólk. leggur hann afturat.
?Og tað er neyðugt, at markið fyri, nær fólk betala toppskatt, liggur væl omanfyri eina vanliga løn.
Hann vónar ikki, at hetta fer at seta fót fyri tankanum um lønarafturhald afturfyri skattalætta. Og hann vónar eisini, at samgongan verður til at tosa við, so at skattalættin kanska kann broytast eitt sindur.