- Tað er ørt og óforsvarligt

Løgtingskvinnan, Heidi Petersen, heldur tað vera ørt og óforsvarligt at steðga við útbyggingini av Vága floghavn, sum Poul Michelsen, løgtingsmaður, mælir til í seinastu útgávu av Vinnuvitan Heidi Petersen heldur, at málið hjá okkum eigur at vera ein 1800 metra langur flogvøllur í Vágum og nýggjur altjóða flogvøllur í Føroyum. Løgtingskvinnan er tí slett ikki samd við Poul Michelsen.

- Eg haldi tað vera púrasta ørt og óforsvarligt at mæla til ikki at útbyggja og nútímansgera Vága Floghavn.

Hon heldur, at flogvøllurin og umstøðurnar hjá ferðafólki á ongan hátt eru nøktandi til tann tørv, vit hava í Føroyum í dag.

- Sum øll onnur donsk málsøki í Føroyum er flogvøllurin forsømdur av grovasta slag. Hann er í allar mátar aftur út sigldur ? ikki dagførdur við nýggjastu tøkni, og umstøðurnar til ferðafólk eru als ikki nøktandi, sigur Heidi Petersen.

Hon sigur seg fegnast um, at vit endiliga hava fingið fulla ábyrgd av flogvøllinum og hava samtykt, at nú skal veruliga nakað munagott gerast í Vágum.

- Eg havi sjálv mælt til at leingja flogvøllin upp í 1800 metrar heldur enn teir 1500, sum nú fara í gongd og havi vónir um, at hetta kann koma við upp í verkætlanina, sigur løgtingskvinnan.

Hon heldur, at tað einasta rætta er síðan at skapa eitt samstarv um at byggja ein nýggjan altjóða flogvøll á alternativum stað í Føroyum.

- Hetta samstarv eigur landið at taka stig til og fáa kommunur og privat feløg at luttaka í.

Heidi Petersen heldur, at vit skulu koma burtur úr tosinum um, at altjóða flogvøllurin skal liggja í Havn, Søltuvík ella Skorðhæddini.

- Einasta treyt og krav eigur at vera, hvar flogvøllurin liggur best sum alternativ til Vágar, heldur hon.