Bakarí
Sandur: - Bíða mær eitt lítið bil. Eg kann ikki práta við tykkum beint nú, tí breyðini mugu úr ovninum beint nú.
- Eg má til Skopunar við breyðum fyrst. Kunnu tit ikki koma aftur kl. 10?!, spyr Anfinnur í Soylu.
Hann er liðugur við fyrsta dagsverk sítt, og er nú íðin eftir at fáa vøruna út av húsinum.
Bilurin verður pakkaður við øllum tí nýbakaða, og so er bert eftir at vitja handlarnar í oynni.
Til alla oynna
Hvønn einasta dag vitja mong fólk inn í sølubúðina í sjálvum bakarí'inum at keypa.
Men eisini fólk í hinum bygdunum í oynni hava møguleika at keypa breyð - Made in Sandur - í handlum teirra.
So skjótt breyðini eru liðug strýkur Anfinn avstað við bili sínum. Nú skulu teir fimm handlarnir í oynni fáa tey nýbakaðu breyðini. Somuleiðis fáa tær báðar bensinstøðirnar eisini breyð í hesum umfarinum, eins og kantinurnar á báðum flakavirkjunum í oynni.
Í Skúvoy er ein handil, og fær hann breyð frá Anfinni eina ferð um vikuna.
Árla á fótum
Men dagurin hjá einum bakara byrjar langt áðrenn kl. 9.
Hvønn einasta dag, tá opið er, fer Anfinnur upp við hønunum, kann ein siga.
Áðrenn vanlig fólk eru byrjað at hugsa um dagsins mongu uppgávur, hevur hann longu verið á fótum í fleiri tímar.
- Eg plagi vanliga at fara upp um 4-tíðina, kanska onkutíð um hálvgum fimm-tíðina.
- Mær dámar væl at fara upp tíðliga. Tað er so deiligt, og so er tað eisini so sera friðarligt, sigur Anfinnur.
Fyrst fer hann undir at gera morgunbreyðini, og síðani hitt breyðið til teir mongu sandoyingarnar, sum ikki kundu hugsað sær ein náttverðabita uttan breyð frá Anfinni.
Lítlan lúr
Hóast breyðini nú eru latin teimum ymisku móttakarunum í oynni, so er dagurin hjá einum bakara ikki liðugur fyri tað.
- OK, eg slappi eitt lítið sindur av fyrrapartin, tá eg havi verið úti við breyðunum.
- Aftaná døgurða plagi eg at fáa mær ein lítlan lúr, sigur Anfinnur.
Seinnapartin fer hann undir aftur næsta dagsverkið. Tá skulu kakubotnar og aðrar køkur gerast.
Og soleiðis er gerandisdagurin hjá einum bakara á Sandi í øllum førum.
Gott lív
Hóast hann hevur verið einsamallur í øll hesi 34 árini, so hevur tað ikki tikið hugin frá bakara-yrkinum frá honum.
- At eg havi hildið á so leingi, tað er tí at mær hevur dámt so væl at takast við hetta handverkið.
- Eg havi trivist væl øll hesi árini. Hetta er eitt gott lív, sigur hann at enda.