Fuglfirðingurin í Esbjerg, Jógvan Jacobsen, alias Heed, reyk í kvøld út úr X-Factor kappingini. Hann fekk tó ein stól í kvøld, men stólurin var bert til láns í fyrsta umfari.
Seinast í sendingini varð Jógvan Jacobsen skiftur út við annan luttakara, sum fekk hansara stól.
In.fo hevur í kvøld havt samband við mammu Jógvan, Anju Arnadóttir Jacobsen, sum eisini býr í Danmark.
- At vera við í X-Factor høpi, har øll hava eina meining um teg, kláraði Jógvan væl. Tað risti hann av sær. At stilla seg sjálvan fram á skíggjan í bestu senditíð og í einari tílíkari kapping, krevur, at tú ikki tekur tað persónligt, tá kritikkur verður givin.
Anja Arnadóttir Jacobsen vísir á, at sjálvsagt vænta føroyingar nakað av einum øðrum føroyingi, tí søgan sigur okkum, at føroyingar klára seg serliga væl í X-Factor høpi.
- Allarhelst kundi okkurt verið gjørt øðrvísi í kvøld. Onkur annar sangur kundi kanska verið valdur, men tað er so lætt at vera eftirklókur.
Anja Arnadóttir Jacobsen sigur, at hon er errin av soni sínum og heldur, at Heed tekur upplivingina í X-Factor við sær, eins og hon væntar, at samstarvið við aðrar luttakarar fer at hava okkurt gott við sær, sigur hon.