Var nakar stirðil í landsins stjórn, so fór løgmaður ikki nú á ein sonevndan “ríkisfund”, sum bert skal halda uppi mytuni um ein sonevndan “ríkisfelagsskap”. (Ein felagsskapur kann sjálvsagt bert vera, um hann er ímillum sjálvstøðugar, frælsar og javnsettar partar.). Fari at mæla løgmanni til – um ikki annað – at boða frá, at hetta árliga “showið” má útsetast til avleiðingarnar av okkara álvarsliga støðu við handilstongsli er avgreidd.
Pínligt er tað. Og oyðileggjandi fyri, at vit reisa okkum sum tjóð og taka ábyrgd av okkara egna landi, okkara menning og framtíð. Umframt “samráð í Føroyanevnd” og “ríkisfundin” fara nú at koma ein røð av donskum ráðharrum kropp á kroppi til Føroya at spæla sínar leiklutir. Boðskapurin í hesum sjónleikum er so ómetaliga einfaldur: At Danmark roynir alt til tess at hjálpa teimum neyðars føroyingunum. Og Danmark hevur valt “ríkisfelagsskapin” fremst og stendur saman um at royna at bjarga Føroyum frá boykotti og avleiðingunum frá ES.
Vit vita øll, at tað passar jú yvirhøvur ikki. Hetta er gykl og hykl. Men bæði landsstýrið og føroysku fólkatingsmenninir spæla higartil so glaðbeintir sínar leiklutir sum marionettir í hesum leiki. Teir somu politikarar, sum hava vunnið sær atkvøður uppá at billa fólki inn, at Danmark skal, umvegis teir, verja okkum og hjálpa okkum í makrel- og sildamálinum, vilja av øllum halda uppi sjónleikinum og tykjast meira og meira desperatir at flyta fokus frá veruleikanum.
Latið okkum gerast vaksin sum tjóð
Hví skulu vit ikki ístaðin gerast vaksin, leggja veruleikan á borðið og vinna okkum okkara egna pláss í heiminum – við egnari rødd og atgongd til altjóða samfelagið og heimsins tjóðir?
Veruleikin er jú, at Danmark hevur síni egnu áhugamál í heiminum at røkja. Onki løgið er í tí. Danmark og tann sonevndi “ríkisfelagsskapurin” hevur ikki røkt og kann ikki røkja okkara áhugamál og framtíðarmøguleikar í teimum avgerandi málunum. Soleiðis hevur tað altíð verið. Um tað var mentan og mál, fiskimark, undirgrund, bankamál ella altjóða viðurskifti. Bert har vit at enda sjálv hava tikið ábyrgd, hava vit ment okkum. Og undirbrotligheitin og sjónleikurin hava kostað okkum so øgiliga nógv – í pengum og búskaparligari menning, burturspiltari orku, vantandi fólkaræði og vantandi abyrgd.
Tess fyrr, vit koma til ta sannkenning, tess betri menna vit landið og fólkaræðið – og eisini okkara samstarv við Danmark og umheimin.
10 veruleikar um silda- og makrelmálið
Lat okkum hyggja at veruleikanum um silda- og makrelmálið:
1. Danmark hevur ikki steðgað handilstongsli og tekur sjálvt lut í honum – tí tað eru greiðu áhugamál teirra. Her er ongin “verja í rikisfelagskapinum” – tvørturímóti.
2. Danmark kundi langt siðani havt steðgað hesum, um viljin og áhugamálini vóru til tess. Til dømis fekk Svøríki av sínum eintingum steðgað einum forboði í ES ímóti at selja snús, hóast tað varð samtykt. Og Danmark hevur fingið afturvendandi undantøk í ES – og megnaði at fáa eina milliard í avsláttri fyri sítt gjald til ES í fjør – tí tað snúði seg m donsk áhugamál og tey løgdu alt inn uppá tað.
3. Sjálvandi fer Danmark ikki at stuðla Føroyum í hesum máli og harvið missa stóra ávirkan í ES frameftir í øðrum málum. Tað sama hendi, tá ES setti boykott ímóti øllum innflutningi av kópaskinnum, sum rakti Grønland sera meint. Og tað sama hendir hvørja ferð í hvalaveiðimálum. Danmark velur sjálvsagt egin áhugamál framum, tá tey ganga ímóti føroyskum og grønlendskum. Men látast kortini annað.
4. Danmark hevur handan leiktjøldini tikið fult undir við ES um, at Føroyar eru hóttan ímóti “burðardyggari umsiting av fiskastovnum”. Og handan leiktjøldini hevur Danmark eisini brúkt støðuna við boykottshóttan til tess at leggja trýst á Føroyar um at sleppa sínum krøvum. Tað gera tey framvegis.
5. Ikki fyrr enn tað stóð greitt, at boykottshóttanirnar ikki fingu Føroyar at slaka, kom panikkur í. Nú kom veruleikin fram, og tí fór allur sjónleikurin í gongd við at látast at royna at steðga tiltøkunum frá ES. Og hyggið at úrslitinum – onki varð framt, uttan bert tos.
6. Danmark tryggjaði í síni tíð ES ein størri part av Norðhavssildini enn Føroyar, hóast ES als onki vísindaligt krav hevur til henda stovn, sum ikki er í ES-sjógvi. Og Danmark fiskar 35% av ES-kvotuni. Hevur nakar danskur ráðharri sagt, at hetta var ein órættur og at ES má sleppa sínum krøvum til sild? Og hevur nakar danskur ráðharri (ella føroyskur fólkatingsmaður) kravt prógv á borðið frá ES?
7. Tað er fjant, tá Edmund Joensen billar fólki inn, at “vit hava fullveldi á fiskivinnuøkinum”. Nei, uttanríkispolitikkurin og øll okkara umboðan mótvegis altjóða stovnum er gjøgnum Danmark og í navni Danmarkar. Og Danmark ger av, hvat henda skal.
8. Okkara støða sum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” er ein stór og ógvuslig forðing fyri okkara luttøku í altjóða felagsskapum – eisini um fiskivinnu.
9. Sum sjálvstøðugt land, høvdu vit neyvan verið fyri stongsli. Hygg bert at Íslandi. Og tá høvdu vit beinleiðis atgongd til fólkarættarligar felagsskapir og høvdu kunnað gjørt neyðugar alliansur við onnur lond.
10. Sum fræls tjóð høvdu vit langt síðani bygt upp og ment okkara støðu og áhugamál sum ein miðdepil í Norðuratlantshavi – og ikki sum ein undirbrotligur danskur útjaðari. Vit fara sjálvsagt nú at taka ræðið á okkara landi og at skipa eitt sterkt og virkið Norðuratlantiskt samband við Ísland og Grønland og onnur lond, ið vit hava felags áhugamál við. Og vit fara at samstarva við Danmark og onnur lond á jøvnum føti – uttan sjónleik, gykl og hykl.
Og so at enda: Kann nakar siga mær, hví tað er so ómetaliga um at gera, at Danmark skal varðveita sín yvirvaldsrætt yvir Føroyum? Kann onkur geva mær eina góða grundgeving fyri, at ein tjóð skal hava avgerðarættin yvir aðrari, hóast tað ongantíð er samtykt av fólkinum?