Hóast tað er vetrarfrí í donskum fótbólti, so liggja feløgini ikki á løtu síðuni.
AB, sum millum spælararnar hevur føroyska landsliðsspælaran Christian Høgna Jacobsen, boðar nú frá, at tá ið tað eftir ársskiftið verður møguleiki at keypa spælarar, ætla teir at keypa tríggjar spælarar. Serliga hava teir eyguni eftir álopsspælarum og síðuspælarum, sigur Ronny Saul, sum er stjóri í felagnum, við bold.dk. Ætlanin hjá AB er framvegis í 2010 at verða partur av superliguni.
Tvær ferðir um árið er møguleiki at keypa spælarar, og AB ætlar sær at liggja framvið:
- Ætlanin hjá okkum er at keypa 2-3 spælarar hvørja ferð, og harvið verður neyðugt eisini at selja 2-3 spælarar hvørja ferð. Vit hyggja eftir spælarum, sum hava roynt seg í superliguni ella spælarar, sum hava so eyðsýnd evni, at teir skjótt kunnu røkka hægsta støði, sigur AB stjórin við bold.dk.
Á nýggjárinum flyta fýra unglingaspælarar í AB upp í superliguhópin.
Nú tað er vetrarsteðgur, er AB á 6. plássi í 1. deild. AB hevur 24 stig og tvey færri enn Næstved, sum er á 5. plássi. AB hevur spælt 14 dystir og Næstved hevur spælt 15 dystir.
Næsti dysturin hjá AB verður 22. mars, tá ið Christian Høgni og teir fara at vitja í Hvidovre.