Fyri einari viku síðani glapp tað av álvara hjá B36, sum í steypakappingini vann 6-0 á heimavølli ímóti AB. Tað var hugaligt, at seks spælarar skoraðu. Í landskappingini hevur tað ikki ligið so væl fyri hjá teimum í árstalsfelagnum at vinna málið. Í fimm dystum hevur B36 bara vunnið einaferð, og B36 hevur bara skorað fimm mál.
B36 verður roknað at vera greiður favorittur á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað verður stórt vónbrot, um tað ikki fer at eydnast at vinna fulla úrtøku, og so verður tað av álvara trýst á nýggja venjaranum Dan Brimsvík. Í B36 verður undirstrikað, at lagið er heilt gott, og at tað gongur væl undir venjing. So fæst at síggja, hvussu tað fer at ganga í dysti.
Fyrsti spælarin, sum er leikbannaður við fýra gulum kortum í ár, er B36 miðvallarin Mathias Thrane.
Tobias H. Christensen og Magnus Holm Jacobsen eru skaðadarvaðir, men tað verður vónað, at tað fer at bera teimum til at vera í hópinum. Tvær tær seinastu ferðirnar hevur Mathias Lamhauge ikki vart málið. Tað fer hann at gera í dag, nú hann er komin fyri seg eftir skaðasteðg.
Síðani EB/Streymur í 2017 aftur varð partur av bestu deildini er tað bara einaferð eydnast teimum at fara úr Gundadali við úrtøku. Tað var í 2018, tá ið fyrri dysturin endaði 2-2. B36 vann seinna dystin 5-1, og síðani hevur B36 vunnið 3-0 í 2019 og 4-1 í 2020.
Tvær tær seinastu ferðirnar hevur EB/Streymur vunnið ímóti B68. Mikukvøldið 3-2 á heimavølli og í landskappingini og sunnudagin 2-1 á útivølli í steypakappingini.
Arnar Dam hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við EB/Streym, har hann ikki hevur verið á liðnum síðani í 2019. Í gjár var hann millum teir fyrstu ellivu á næstbesta liðnum, sum vann 3-2 í Runavík. Men longu í triðja minuttir noyddist hann skaddur av vøllinum. Avloysarin var Andras Ó. Olsen, sum plagar at vera miðverji og liðformaður á besta liðnum. Tað hevur hann ikki verið seinastu ferðirnar, tí hann hevur verið skaddur í knænum. Møguleiki er fyri, at hann verður á beinkinum ídag.
Tóki H. Johannesen og Gutti Dahl-Olsen eru skaddir og ikki førir fyri at spæla í Gundadali seinnapartin.