Tað er uppi í tíðini at vera grønur

Fólk hava meira áræði og forvitni at grógva egnan mat. Og matur er mentan, sigur fólkalívsfrøðingur

– Matur er mentan. Matur knýtir okkum saman sum familja, vinir og samfelag, sigur Sunniva G. Mortensen, fólkalívsfrøðingur.

– Um hugt verður eftir húsinum, so er køkurin tað stað, har vit dagliga hittast, kjakast og skapa mentan. Fyrr savnaðust ættarliðini kring eldstaðin og deildi søgur og tankar. Nú fer sosialiseringin fram í modernaða køkinum, sigur Sunniva G. Mortensen.

– Føroysku matuppskriftirnar eru eisini mentan. Tær fortelja okkum, hvussu okkara forfedrar hava etið og livað, og við at greina broytingar í matvanunum kunnu vit skilja, hvussu føroyska samfelagið er broytt gjøgnum tíðirnar, sigur hon framhaldandi.

 Eitt gott dømi um hetta er grindadrápið. Tá kjakast verður um fyrimunir og vansar við at eta grind gerast fólk tíðum uppøst og kensluborin og tað er tí, at talan er ikki bert um ein lívfrøðiligan tørv men um tjóðarmentan og sjálvsavgerðarrætt. Nógv mentanarlig virði kunnu lesast inn í tann mat, sum vit eta.

Slow Food og Útoyggjafelagið hava í felags básar á matmarknaðum kring landið, har tey javnan selja føroyska framleiðslu. Í básunum ber eisini til at hitta føroyskar matframleiðarar og smakka lokalar gloypubitar.

Sunniva er eisini umboð fyri Slow Food Føroyar, og hon greiðir frá, at básarnir hava eydnast sera væl. Fleiri av limunum í Útoyggjafelagnum framleiða føroyskar rávørur og matvørur, og júst hesir matsiðir ynskir Slow Food at stimbra og stuðla. Fólk eru eisini fegin og forvitin at uppliva og smakka forkunniga matin av útoyggj. Slow Food samstarvar eisini við framleiðarir frá øðrum økjum í landinum, sum til dømis Agnes (Tari) og Maud Wang Hansen, ið arbeiða við burðadyggari framleiðslu.

– Eg haldi meg kunna síggja, at fleiri og fleiri privat fólk eru farin í gongd við smáframleiðslu og góðsking av ymiskum slag. Somuleiðis eru fleiri og fleiri nýggjar rávørur at síggja, sum til dømis ingifer, agurk og etandi blómur. Tað tykist sum at fólk hava meira áræði og forvitni at grógva egnan mat. Tað er uppi í tíðini at verða grønur og hava alskyns plantur. Eg vóni, at henda burðadygga menning heldur áfram og at fleiri og fleiri fólk fara undir smáframleiðslu av ymiskum slag, staðfestir Sunniva G. Mortensen.